Fiskaprísurin gevur okkum vónir

-Ongin kann bygga nakað upp eftir bara einum góðum árið,men hevur tú fleiri samanhangandi ár við góðum fiskaprísum og hampuligum fiskiskapi, so ber til. Hetta er júst tað vit hava upplivað seinastu árini og hetta gevur okkum dirvi at fara undir at skifta Kubatrolararnar út, sigur Olaf Olsen, reiðari á Beta.

 

-Ongin kann bygga nakað upp eftir bara einum góðum árið,men hevur tú fleiri samanhangandi ár við góðum fiskaprísum og hampuligum fiskiskapi, so ber til. Hetta er júst tað vit hava upplivað seinastu árini og hetta gevur okkum dirvi at fara undir at skifta Kubatrolararnar út, sigur Olaf Olsen, reiðari á Beta.

-Eg havi verið leingi í vinnuni sum reiðari og eg havi fylgt væl við. Eg haldi ikki at nakað nýbygningur sum er bygdur til feskfisk hevur borið seg, heilt síðan fiskimarkið varð flutt úr í 1977 og út frá hesum, so skuldu vit slett ikki havt skrivað undir byggisáttmála í Spania, sigur Olaf Olsen.

-Men støðan er broytt seinastu fýra árini. Prísurin hækkaði, rentan lækkaði og oljan var bílig, hóast hon er nú dýr aftur. Vit hava tó hugsað, at eitt gott ár til at rinda eitt skip yvir 15 ár, tað er ov lítið. Tí hava vit bíðað hesa góðu tíðina. Tað, sum hevur givið okkum dirvi er, at seinastu trý til fýra árini hevur fiskaprísurin stabiliserað seg, fiskiskapurin er ikki versnaður, rentan er ikki so galin, men oljan er dýr. Vit hava rikið ísfiskatrolarar í 20 ár , so vit kenna raksturin og hvørjar útreiðslur standast av hesum, sigur Olaf Olsen.

-Við tí fiskiskapi, sum er í dag, við teimum prísum sum eru í dag og við tí lága prísi, sum vit fáa okkara nýggju skip fyri, so er tað ikki heilt burturvið at fara undir hesa verkætlan. Tað at vit hava átta skip og royna at skifta tvey út fyrst, tað ger tað at vit ikki satsa 100 prosent. Vit gera ongan sáttmála um seks skip upp á ein gang, hvørki til fígging ella til bygging, sigur Olaf Olsen.


Vøkstur steðgar

Búskaparligi vøksturin í vesturheiminum sum vit hava upplivað hann seinastu árini fer at steðga á og vit kunnu rokna við eini niðurgongd. Men hetta ræðir Beta, men tekur ikki dirvið frá teimum. Olaf Olsen:

- Sjálvandi órógvar búskapurin okkum. Men eg haldi og fleiri við mær, at fiskur er við at gerast ein so áhugaverd søluvøra, eisini, um vit hyggja burtur frá munn og kleyvsjúku og øðrum sum plágar kjøtídnaðin, at tað skal vera merkiligt, um prísurin á fiski í framtíðini fer at fella nógv,. skuldi fiskaprísurin fallið nógv, so er tað sannlíkt, at annað fellir eisini, soleiðis at javnvág kemur í, sigur Olaf Olsen.

Olaf siggur, at ein annar faktorur sum spælir inn við ísfiski undir Føroyum er tann vitan teir hava fingið um fiskiskap undir Føroyum, síðan teir byrjaðu fyri góðum 20 árum síðan.

-Vit hava roynt við kubabátunum í 22 ár við sama fiskiskapi á somu leiðum. Vit hava havt átta skip og sera støðugt fólk, um hendan vitanin ikki kann hjálpa okkum, so kann alt gera tað sama, sigur Olaf Olsen.

-Eg havi eisini hugt eftir hvørji brúkt skip, vit kundu fingið í staðin fyri okkara gomlu skip og tað er eisini eitt svart roknistykkið. Nógv skal gerast við eldri skip og tey eru verri at fíggja. Eitt gamalt skip, sum er nýggjari enn tey vit hava, tey kosta líka nógv í kapitalútreiðslum, sum eitt nýtt. Hetta er orsøkin til, at eg seinastu tíðina havi nýtt orkuna til at finna fram til, hvar kunnu vit byggja tað bíligasta ísfiskaskipið. Spania er í bíligara endanum, Kina upp aftur bíligari