Fiskastovnar og umhvørvi 1998

Fiskirannsóknarstovan og Føroya Skúlabókagrunnur hava givið út bókina Fiskastovnar og umhvørvi 1998.

Lógin um vinnuligan fiskiskap ásetur, at Fiskirannsóknarstovan áðrenn 15. juni á hvørjum ári letur landsstýrinum eina frágreiðing um støðuna í fiskastovnunum, á føroysku landleiðunum, serliga teimum, sum eru undir fiskidagaskipan. Við hesi frágreiðing, sum nú verður givin út í bók, verður støðan hjá stovnunum fyri árið 1997 gjørd upp, og samstundis verður gjørt eitt yvirlit yvir náttúrugivnu viðurskiftini í havinum kring okkum.

Hvussu okkara fiskastovnar eru fyri, hvussu stovnarnir verða røktir, hvussu flotin er settur saman, hvussu fiskað verður, alt hetta hevur alstóran týdning fyri búskaparligu gongdina í landinum og eigur tí at hava áhuga hjá øllum føroyingum, ikki bara teimum, sum beinleiðis hava við fiskivinnuna at gera, men eisini almenninginum eins væl og politikarum.

Tí er sjálvandi, at fiskivinnan og umstøður hennara eiga ein týðandi lut í skúlaverkinum. Í undirvísingarhøpi er henda bók serliga ætlað miðnámsskúlunum, har ið hon kann nýtast í lærugreinum sum t.d. lívfrøði, landafrøði og samfelagsfrøði, men eisini í framhaldsdeild fólkaskúlans kann hon nýtast.

Lagt tilfarið til rættis hevur Fiskirannsóknarstovan, og gjørt sats og uppseting hevur Dagunn Olsen. Hestprent hevur umsitið prentingina og Estra í Gøtu prentað. Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út.

Bókin er 92 síður í A4 stødd og fæst fyri 60,- kr. í bókabúðunum.