Áki, sum eftir mínum tykki er ein sera nærlagdur og dugnaligur blaðmaður, endurgav meg fyri at siga, at politikarar høvdu ligið Fiskavirking eftir lívinum. Her er tíverri onkur misskiling íkomin, tí eg haldi ikki at politikkarar hava ligið Fiskavirking eftir lívinum. Tvørtur ímóti haldi eg politikarar ferð eftir ferð hava sent Fiskavirking positiv signal, sum teir ábyrgdarhavandi í fyritøkuni hava dugað sera illa at tulka rætta vegin, og hevur hetta tíverri ikki kostað samfelagnum so lítið av bæði óneyðugum stríði og peningaligum tapum.
Men tað sum fekk meg at tríva í pennin er samrøðan sum Sosialurin í dag hevur við Páll Vang, býráðsformann.
Í samrøðuni verður komið inn á ólukkuligu støðuna Tvøroyrar kommuna og borgararnir eru í, orsakað stóru skuldarbyrðu kommununnar.
Til tess at komast skal burtur úr hesi støðuni metir Páll Vang m.a. at Føroya Fiskavirking eigur at niðurleggja alt virksemi á Bacalao í Havn, og heldur spjaða virksemið kring landið.
Upp á fyrispurning frá blaðmanninum um hann ikki stuðlar ætlanunum um at fáa virkið á Tvøroyri aftur á lokalar hendur, sigur Páll seg einki hava ímóti hesum, men at Fiskavirking skal seta virkið ístand fyrst.
Hetta er nøkurlunda sama hugsan sum varð nevnd tá ið virkið í Miðvági var til viðgerðar herfyri.
Orsakið málburðin, men eg haldi tað vera ikki sørt bláoygt, at halda, at ein fyritøka sum hevur til endamáls at vinna pening til íleggjaran (Framtaksgrunnin) skal fara at nútímansgera vinnutól fyri síðani at selja tey til kappingarneytar.
Tað átti at verið øllum føroyingum greitt, at nevndin í Føroya Fiskavirking hereftir verður yrkisnevnd í einum vanligum partafelag, sum, saman við stjórnini, hevur til endamál at fáa niðasta talið í ársroknskapinum at verða so gott sum gjørligt, og tað kann m.a. verða gjørt við at avmarka kappingina frá øðrum fiskakeyparum í mest møguligan mun. Tí er tað púrasta burturvið at vænta at Føroya Fiskavirking fer at seta virkir ístand fyri síðani at selja tey aftaná.
Tá er tað meiri nærliggjandi at vænta, at teir fara at nýta eina rúgvu av pengum at gera okkurt einstakt virki í stand, fyri síðan at kunna staðfesta at hetta virkið er ført fyri at viðgera allan tann fisk sum Fiskavirking kann fáa fatur á, og hetta er tann loysnin, ið gevur mest pening í kassan hjá fyritøkuni. Hini virkini verða stongd, tí tað tænir fyritøkuni best.
Tí eigur ein og hvør at gera sær greitt, at Føroya Fiskvirking er ein fyritøka sum hevur til endamáls at vinna pening, og ikki nakar Reyðakrossfelagsskapur, sum tveitir bjargingarbelti til kreppuraktar kommunur við at skapa arbeiði.
Hinvegin hava vit, sum hava verið áskoðarar til sjónleikin Framtaksgrunnur Føroya, alla orsøk at halda, at andin aftanfyri stovnanina av grunninum var, at hesin skuldi verða við til at stuðla upp undir at fáa virksemi í gongd í kreppuraktum økjum í landinum, og at tað hava ligið og liggja enn, nakrar moralskar bindingar á Framtaksgrunninum yvir fyri politiska systeminum í Føroyum til tess at skapa virksemi kring oyggjarnar.
Og so leingi sum nevndin í Framtaksgrunninum hevði avgerandi ávirkan á dagligu gongdina í Føroya Fiskavirking, so kundi man eisini krevja at felagið átók sær ávísar samfelagsligar uppgávur.
Men eftir at løgtingið hevur broytt reglugerðina fyri Framtaksgrunnin soleiðis, at nevndarlimir í grunninum ikki kunnu veljast í nevndina í fiskavirking, er Fiskavirking loyst frá at átaka sær nakra sum helst samfelagsliga uppgávu. Framtaksgrunnurin skal hereftir stórt sæð bert velja nevndarlimir í fiskavirking og annars møta upp á aðalfundi felagsins eina ferð um árið at taka støðu til, hvat skal gerast við ársúrslitið hjá fyritøkuni Føroya Fiskavirking. Og nevnd og stjórn í Fiskavirking hava til uppgávu at vinna Framtaksgrunninum so nógvan pening sum gjørligt. Samfelagsligu bindingunum sum higartil hóast alt - ígjøgnum Framtaksgrunnin - hava ligið á Føroya Fiskavirking eru teir við broyttu reglugerðini loystir úr.
Samrøðan sum eg vísi til omanfyri við Sosialin var ein áheitan á politikarar um ikki at lata hetta henda. Nú verður torført at venda aftur.
Beiskt er tað tó at staðfesta, at Tvøroyri, sum øll tey ringastu kreppuárini var ein oasa í vinnuligu oyðimørkini Føroyar, skuldi gerast stóra offrið í strategiini í Framtaksloysnini.
Eitt er tó greitt. Ikki dugir at grenja í fjølmiðlum um hopleysu støðuna. Tað oyðileggur okkum bert moralskt.
Heldur eiga vit at fara á bókahyllina, kaga í stórverkið um Fylking og spyrja okkum sjálvi: Hvat hevði Mortakal nú gjørt?
Ikki er at falla í fátt.
Tvøroyri 28. nov.
Marner Lisberg