Í tíðindaskrivi boða Simon Olsen, grønlendski landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, og Jørgen Niclasen frá, at Jøgren Niclsen saman við Kaj P. Mortensen er á almennari vitjan í Grønlandi.
Á vitjanini í Grønlandi verður tosað um samstarv á fiskivinnuøkinum landanna millum. í 1997 gjørdu Føroyar og Grønland fyri fyrstu ferð rammuavtalu um fiskiskap. Í hesum sambandi tosaðu landsstýrismenninir báðir um víðkað samstarv á økinum, og í ár inniber avtalan, at londini bæði sleppa at royndarfiska á økjunum hjá hvørjum øðrum. Talan er um roydarfiskiskap eftir brosmu, longu og tosk á djúpum vatni við Føroyar og um kalvafiskiskap í Landnyrðingsgønlandi og fiskiskap eftir toski í Eysturgrønlandi.
Harafturan inniber avtalan, at føroyskir flakatrolarar kunnu virka sum móðurskip í Grønlandi, tá toskurin kemur aftur.
Landsstýrismenninir eru báðir væl nøgdir við gongdina í fiskivinnusamstarvinum, og boðini eru, at nýggjar leiðir skulu finnast, áðrenn avtalan fyri ár 2000 verður undirskrivað.