Fiskimálaráðið sum ein opnahjallur

- Sagt verður, at royndir eru gjørdar at rudda upp í óskilinum í Fiskimálaráðnum, men skulu vit trúgva einum parti av tí, sum fer um junglutelegrafarnar í fiskivinnuni, hevur støðan ongantíð verið verri enn tann sama. Her valdar reint anarki, og Fiskimálaráðið er sum ein opnahjallur, tá ið ræður um at útflýggja nýggj fiskiloyvir, sigur Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, sum hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, munnligar fyrispurningar

Fiskiloyvir

Spurningarnir hjá Torbirni Jacobsen eru ikki færri enn átta í tali, og allir snúgva teir seg um loyvir til uppisjóvarveiði.
Í fyrsta lagi spyr løgtingsmaðurin, hvussu nógvar umsóknir liggja í Fiskimálaráðnum um loyvi at flyta inn skip til fiskiskap eftir uppisjóvarfiski.
Í øðrum lagi spyr hann, um landsstýrið ætlar at økja um uppisjóvarflotan við at útflýggja nýggj loyvir umframt tey, sum higartil eru latin og eru í brúki.
- Um tað er ætlan landsstýrisins at økja um uppisjóvarflotan ? hvørji eru tá kriteriini fyri, at hesi loyvi fara at verða givin?
Torbjørn spyr eisini, at nakrar ætlanir fyriliggja um at skifta gomul skip um við nýggj ? og um so er, vil hann hava at vita, hvussu støddarlutfallið er millum hesi skip.
Løgtingsmaðurin sigur, at soleiðis sum støðan er, er verandi floti heilt náttúrliga í holt við at styrkja sína støðu við at keypa upp loyvir, sum frammanundan eru í umfari í skipanini. Hesi loyvi verða keypt fyri tíggjutals miljónir krónur.
- Sær landsstýrismaðurin ongan vanda við einum politiskum inntrivi í hesa gongd, sum tað má haldast at vera at útflýggja nýggj loyvir í uppisjóvarvinnuni?
Torbjørn spyr eisini, hvørjar treytir fylgja einum loyvi, um loyvir verða latin.
- Her hugsi eg serliga um, at sama loyvi í verandi skipan hevði kostað sama loyvismóttakara ótaldar miljónir krónur, og at handilin eins væl kann ganga hinvegin.
Og løgtingsmaðurin heldur fram at spyrja:
- Fyriliggur nøkur ætlan um at lata nýggj loyvir, og um realitetsviðgerð er farin fram í viðkomandi máli ? fyriliggur tá nøkur fyrisitingarlig og lívfrøðilig tilráðing í málinum? Ella verður talan bert um eina reint politiska avgerð?
Torbjørn heldur, at tað er torført at fáa greiði á yvirskipaða loyvispolitikkinum hjá nýggja landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

Reint anarki

Í viðmerkingum sínum til fyrispurningin, vísir løgtingsmaðurin á, at nógv órógv hevur verið um arbeiðslagið og avgerðirnar, sum tiknar hava verið í Fiskimálaráðnum seinastu árini.
- Royndir sigast hava verið gjørdar at rudda upp í óskilinum, men skulu vit trúgva bara einum parti av tí, sum nú fer um junglutelegrafarnar í fiskivinnuni, hevur støðan ongantíð verið verri enn tann sama.
Torbjørn fer so langt sum at siga, at talan er um reint
anarki, og at Fiskimálaráðið er sum ein opnahjallur, tá ið ræður um at útflýggja nýggj fiskiloyvir.
- Nýuppfunnin kriteriir hava verið nevnd, og nú sigst partapolitikkur aftur at vera komin í loyvispolitikkin. Nøkur mál hava verið frammi á tingi, har landsstýrismaðurin hevur havt ilt við at vart seg.
Løgtingsmaðurin vónar tó, at Bjørn Kalsø megnar at svara
hansara spurningum, soleiðis at friður aftur kann koma í vinnuna.
- Er tað nakað, sum kann destabilisera eina vinnu, er tað ein subjektiv og partapolitisk stýring av henni, soleiðis sum Sambandsflokkurin eftir øllum at døma ætlar sær at stjórna høvuðsvinnu landsins tey næstu nógvu árini, sigur Torbjørn Jacobsen.