Fiskimálaráðið stuðlar viðarvøkstri

Høvi er nú hjá einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum at søkja um stuðul til viðarvøkstur.

 

Høvi er nú hjá einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum at søkja um stuðul til viðarvøkstur. 

 

Tað sigur Fiskimálaráðið í dag.

 

Fiskimálaráðið umsitir nevniliga eina játtan á 250.000 krónur, og endamálið við hesi upphædd er at stuðla viðarvøkstri til tess at fríðka um lendi, skapa lívd og rekreativ øki, umframt at verja móti jarðarmáan.

 

- Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað, og freistin at søkja um stuðul er hin 1. februar 2014, sigur Fiskimálaráðið.