Fiskimannafelagið tekur skip og manning sum gíslar

Sakførarin hjá Nærabergi heitir á Fiskimannafelagið um at nýta røttu mannagongdirnar at loysa sáttmálatrætur.

- Um ikki partarnir kunnu loysa ósemjur í felag, verður málið at leggja fyri Fasta Gerðarrættin. Tann mátin átti at verið nýttur, heldur enn ódámligu vendina, málið nú hevur fingið, sigur Óla Jákup Kristoffersen, advokatur hjá Nærabergi.

 

Í gjár kom fram, at Axel Hansen, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, hevði kært Norðing inn fyri Vørn, fyri ikki at halda seg til galdandi hýrusáttmála. Nevndarlimurin heldur, at Norðingur átti ikki at sloppið upp í part í almennu uppboðssøluni, tí at manningin á skipinum ikki verður avroknað eftir røttum sáttmála, men eftir eini seravtalu, sum, sambært Føroya Fiskimannafelag, er útgingin.

 

Hanus Hansen segði í gjár við KVF, at manningin sjálv hevði sent skriv til Føroya Fiskimannafelag, har teir søgdu seg vera nøgdar við galdandi avtalu við reiðaríið og nú hevur sakførarin hjá reiðarínum, Óla Jákup Kristoffersen, eisini lagt seg út í kjakið.

 

Hann heldur, at málið er farið av sporinum, nú viðgerðin er enda í fjølmiðlunum.

 

Óla Jákup Kristoffersen sigur, at samráðingar hava verið millum reiðaríið og Fiskimannafelagið síðani Norðingur kom í føroyska flotan fyri Slættaberg fyrr í ár. Føroya Fiskimannafelag hevur boðað reiðarínum frá, at felagið ikki góðtekur, at manningin á Nærabergi verður avroknað eftir sersáttmálan hjá Slættabergi, og Óla Jákup Kristoffersen sigur, at líka síðani hevur fundarvirksemi og samskifti verið millum partarnar.

- So seint sum 23. juni 2016 var seinasti fundur millum partarnar, har niðurstøðan á fundinum var, at formaðurin í Føroya Fiskimannafelag skuldi taka málið upp við nevndina í sínum felag og síðani lata reiðaríið frætta aftur, sigur Óla Jákup Kristoffersen.

 

- Tað næsta, sum reiðaríið frættir í málinum er í fjølmiðlunum, at reiðaríið er kært til Vørn við tí endamáli, at skipið ikki skal kunna luttaka og gagnnýta rættindi keypt á almennum uppboði í kapping við onnur líknandi skip, sigur hann.

 

- Mannagongdin hjá Føroya Fiskimannafelag í hesum máli er reiðarínum óskiljandi og margháttlig, sigur Óla Jákup Kristoffersen.

 

Hann endurtekur síðani tað, sum Hanus Hansen, reiðari, segði við Kringvarpið, at manningin hevur sent felagnum skriv, har teir biðja felagið lata skipið sigla við somu avtalu sum Slættaberg og gera greitt, at teir eru væl nøgdir við hýruna umborð. 

- Manningin skilir ikki, at Norðingur eftir kravi frá Føroya Fiskimannafelag skal avroknast eftir sáttmálanum fyri ídnaðarskip. Teir siga, at skipið og manningin verða tiknir gíslar í einum spæli, sum hevur annað mál enn at røkja teirra áhugamál, sigur sakførarin.

 

Eins og Hanus Hansen, vísir Óla Jákup Kristoffersen á, at líknandi skip, sum reka sama fiskiskap, eisini vera lønt á hendan hátt. Tey eru Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Jupiter, Tummas T og Fagraberg.

 

- Sáttmálin millum manningarfeløgini og limafeløgini hjá Føroya Reiðarafelag hevur ásetingar um, hvussu trætur verða loystar. Um ikki partarnir kunnu loysa ósemjur í felag, verður málið at leggja fyri Fasta Gerðarrættin. Tann mátin átti at verið nýttur, heldur enn ódámligu vendina, málið nú hevur fingið, sigur Óla Jákup Kristoffersen.