Fiskimenn eru sera illa nøgdir við ALS, tí teir føla, at teir bara betala, uttan at fáa nakra veruliga nyttu av skipanini.
Á ársfundinum hjá Fiskimannafelagnum, segði Óli Jacobsen, formaður felagið vildi hava treytirnar hjá fiskimonnum í ALS, broyttar.
Óli Jacobsen segði, at tá ið ALS kom, varð fyri ein part lagt upp fyri, at tað var munur á starvsviðurskiftunum hjá fiskimonnum og t.d. starvsmonnum.
? Hjá einum starvsmanni er stðan einføld: Antin hevur hann arbeiði, ella er hann arbeiðsleysur.
Hjá einum fiskimanni er støðan øðrvísi, tí hann kann lættliga vera arbeiðsleysur í fleiri mánaðir, hóast hann hevur arbeiði.
Eitt nú kann tað henda, at skip liggja ein, ella fleiri mánaðir til ymsar umvælingar og sostatt fáa teir, sum eru knýttir at skipinum onga inntøku hesa tíðina.
?Fyrr kundi ALS taka slík mál upp og játta fiskimonnum afturvirkandi ALS-stuðul, segði Óli Jacobsen.
Sostatt varð lagt upp fyri umstøðunum hjá fiskimonnum, tí hjá teimum ber tað nú einaferð ikki til at siga 100%, nær teir eru arbeiðsleysir og, nær, teir ikki eru tað.
? Men seinast, lógin varð broytt, vórðu fiskimenn og starvsmenn kroystir saman undir somu reglu. Hetta hevur elvt fiskimonnum til nógvar trupulleikar, tí nú hendir tað seg javnan, at teir fáa ongan ALS stuðul, hóast teir eru arbeiðsleysir.
Óli Jacobsen sigur, at einasti møguleiki, teir nú hava fyri at sleppa í ALS skipanina, er við meiri ella minni veruligum uppsagnum, og tað kann ikki vera rætt, sigur hann.
Hann sigur, at tí hevur Fiskimannafelagið heitt á landsstýrið um at broyta reglarnar.
Annars kundi ein møguleiki verið at býtt ALS sundur.
Óli Jacobsen heldur, at tað er kanska ikki rímiligt, at skipanin við uppískoytisveiting, sum eitt nú fólk á fiskavirkjum fáa, er ein arbeiðsloysiskipan.
Kanska skuldi tað heldur verið ein vinnuskipan, og kundi tað sama verið gjørt fyri fiskimenn, sum bæði eru, og ikki eru, arbeiðsleysir.
? Í øllum førum eiga hesi viðurskifti at verða tikin upp, so at vit fáa eina greiða skipan fyri fiskimenn, sigur Óli Jacobsen, sum eisini hevur skrivað landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum bæv við áheitan um at broyta ALS.