Almennu skipanirnar gera mun á fólki. Tað staðfestir Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag
- Landsins kosnu politikarar smæðast ikki burtur at kalla Føroyar eitt vælferðarsamfelag og billa fólki, og helst eisini sær sjálvum, inn, at vit hava eitt samhaldsfast samfelag, sigur hann í almennari fráboðan í dag.
Men Jan Højgaard veit eitt ítøkiligt dømi um, hvussu ymiskt føroyingar blíva viðfarnir, tá ið sjúka rakrar - Ein fiskimaður fær staðfest krabbamein. Hann heldur, at hann er í góðum hondum viðvíkjandi tí fíggjarliga, tí kona hansara var sjúk fyri tveimum árum síðani, og hon fekk løn tær fýra vikurnar, hon var burtur frá arbeiði.
Men tað, ið hann ikki hevði væntað, var, at hann verður mettur ikki at vera verdur at hava somu rættindi sum so nógv onnur. Hann er tó ikki heilt fyri ongum, tí hann fær játtað dagpengar. Hetta er tó ikki í nánd av tí, sum útvaldir bólkar fáa, tá teir fáa forfall vegna sjúku. Hann má eisini renna runt frá peri til pól fyri at fáa undirskriftir, so hann yvirhøvur kann fáa eitt oyra.
Men myndugleikarnir gera honum eisini greitt, at hann missir dagpengarnar teir dagarnar á páskum, sum eru frídagar. - Almennu Føroyar meta sostatt ikki, at ein kann hava krabbamein um høgtíðirnar, sigur Jan Højgaard. - Konan, ið hevur eitt gott alment starv, fekk tríggjar til fýra ferðir so nógv, sum maður hennara fær, og hon misti ongan dag, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.
- Nú má lóggevandi valdið taka sær um reiggj, og syrgja fyri, at fólk ikki vera við sviðusoð, tá trongar tíðir eru, og ikki minst mugu politikarar syrgja fyri, at fólk fáa somu viðferð, sigur Jan Højgaard.
|