Fiskiveiðieftirlitið siglir í rættuliga tungum sjógvi í løtuni. Vandi er fyri, at eftirlitsskipini bæði verða svínabundin við kei, so ongi skip eru tøk í sambandi við bjarging og leiting, ella ránsmenn fáa fríar teymar í føroyskum sjógvi. Elmar Højgaard, stjóri í Fiskiveiðieftirlitinum, sigur, at verður játtanin til Fiskiveiðieftirlitið ikki hækkað við í minsta lagi 6 milliónum fyri fíggjarárið 2008, verður neyðugt at umskipa tænastuna soleiðis, at bert annað skipið siglir helvtina av tíðini. Elmar Højgaard sigur, at tey skjótt kunnu koma í ta støðu, at einki skip er tøkt. Eisini roknar leiðslan við, at neyðugt verður at niðurleggja onkrar tænastur á landi, til dømis at skerja kanningararbeiðið við einari helvt.
Oljan nívir
Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið sigur stjórin Elmar Højgaard, at stovnurin í februar 2008 legði fram uppskot til fíggjarjáttan til vanligt virksemi fyri 2008 á knappar 45 milliónir krónur. Men, tá ið uppskotið varð lagt fram fyri tingið, var játtanin minkað við nærum trimum milliónum.
Samstundis er veruleikin broyttur nógv, soleiðis, at í tíðarskeiðinum, sum farið er av 2008, er oljuprísurin hækkaður við kr. 2,00 kr./liturin, og mett verður, at oljan hækkar enn meira, sum árið líður. Tí hevur Fiskiveiðieftirlitið gjørt eina nýggja meting av, hvør nýtslan verður.
- Ásannandi, at játtanin til annað enn lønir er minkað við næsta 4 milliónum síðan 2003, er tað ikki bert oljuprísurin, ið ávirkar mettu nýtsluna, men eisini príshækkingar á øðrum vørum, sigur stjórin. Tí vísir ein nýggj meting, at tørvur er á einari meirjáttan uppá 6.3 milliónir krónur í mun til verandi fíggjarlógaruppskot.
Men Elmar Højgaard sigur við Sosialin, at tey framvegis hava góðar vónir um, at játtanin verður hækkað.
- Vit eru trongd upp í ein krók, tí vit kunnu ikki sjálvi ávirka oljuprísin og kunnu ikki spara nakrastaðni. Stóru postarnir eru løn til manningina og oljan, og frammanundan flóta vit akkurát á vatnskorpuni, sigur hann. Stovnurin hevur verið á fundi við fíggjarnevndina í løgtinginum, men ilt er at kenna politiska landið.
- Verður ongin broyting, verður sjálvandi trupult at halda hjólunum koyrandi. So vit eru sjálvandi sera spent upp á fíggjarlógarviðgerðina, sigur hann.
Repa seglini
Av Fiskiveiðueftirlitinum verður sagt, at ótrygga støðan hevur havt við sær, at neyðugt er at repa seglini.
- Fiskiveiðieftirlitið siglir í løtuni í rættuliga tungum sjógvi, sigur Elmar Højgaard, og hann greiðir frá, at tveir teir fyrstu mánarnar lá Tjaldrið við bryggju. Í mars og partar av apríl, meðan várróðurin var, vóru bæði skipini í sigling, men seinastu tíðina hevur bert annað skipið verið í sigling. Fríggjadagin 23. mai varð Brimil lagdur fram til 11. juli. Fyrstu 14 dagarnir verður ein ljósmotorur yvirhálaður og restina av tíðini eru manningarnar í summarfrí. Frá 25. juli til 29. august liggur Tjaldrið, meðan manningarnar halda summarfrí.
Elmar Højgaard sigur, at í løtuni eru fleiri størv ómannað, og sum støðan er, verða tey ikki mannað. Hettar hevur við sær, at Fiskiveiðieftirlitið ikki fær manning til tær fýra manningarnar á skipunum, umframt at øll størvini á landi eru ikki sett.
- Nú Brimil varð lagdur 23. mai eru bert 16 mans tøkir til Tjaldrið. Tá hvør manning telur 11, resta 6 mans í, fyri at hava skipið siglandi fulla tíð. Tá Brimil kemur í sigling aftur, er støðan tann sama, sigur Elmar Højgaard.
Brimil verður lagdur
Hann vísir á, at verður játtanin fyri 2008 ikki hækkað, verður neyðugt at umskipa siglingina soleiðis, at annað skipið bert siglir helvtina av tíðini. Harumframt verður neyðugt at niðurleggja onkra tænastu á landi. Tá Brimil er størri oljuslúkur verður tað sjálvandi hann, sum kemur at liggja við bryggju.
- Fiskiveiðieftirlitið hevur frammanundan havt eina støðuga frágongd av fólki, tí hýran er nógv hægri í grannalondunum. Við bert trimum manningum kunnu vit skjótt koma í ta støðu, at einki skip er tøkt. Í september skal Brimil til Danmarkar við sjómansskúlanæmingum, og tá er ikki óhugsandi, at einki skip er tøkt, sigur hann. Eisini verður kanningararbeiði munandi skert, millum annað vegna skerdu manningina, tí rúm verður ikki fyri at sigla í sama mun sum áður.
- Samanumtikið kann roknast við, at kanningararbeiði verður skert við eini helvt, verður sagt.
Vanlukka í kreppustøðu
Elmar Højgaard játtar, at tað kann koma fyri, at ongi skip eru tøk at senda út um ein vanlukka hendir.
- Hava vit ikki ráð til at reka bæði skipini, kunnu vit bert dúva upp á annað. Og er tað fjart av landi skotið við navigatørum og øllum, so er vandi á fer. Um vit noyðast at spara pening til lønir, so mugu vit eisini spara manning, og tá spara vit natúrliga eisini olju, sigur Elmar Højgaard. Hann sigur víðari, at hóast stovnurin hevur verið skerdur mongu seinastu árini, so hevur hann ongantíð upplivað eina líknandi støðu fyrr.
- Hækkandi oljuprísurin kann sláa beinini undan okkum, sigur stjórin. Hann vísir eisini á, at stovnurin hevur gjørt ein stóran innsats í sambandi við altjóða samstarv.
– Alt fleiri uppgávur verða lagdar á herðar okkara. Til dømis í sambandi við ránsveiðu. Tí er hetta ein vanlukkulig støða, sigur stjórin, sum eisini vísir á, at hetta er ikki í samsvari við ætlanirnar í samgonguskjalinum, har ásett verður, at fiskiveiðieftirlitið í føroyskum sjóøki skal herðast.
--
FAKTA:::
Fiskiveiðieftirlitið
Fiskiveiðieftirlitið er skipað sum deild í Fiskimálaráðnum
Fiskiveiðieftirlitið umsitur:
· Eftirlit við fiskiloyvum
· Eftirlit við fiskidagaskipanini
· Eftirlit við kvotum bæði undir Føroyum og á fjarleiðum
· Eftirlit við veiðidagbókum
· Eftirlit við innvigingarskipanini
· Eftirlit við avreiðingum í Føroyum og uttanlands
· Eftirlit við føroyskum fiskiførum sum royna undir Føroyum og aðrastaðni
· Eftirlit við útlendskum fiskiførum sum royna undir Føroyum
· Hagreiðing av hagtølum til fiskivinnuna
· Eygleiðaraskipan á heima, nær og fjarleiðum, við eygleiðing av veiði og veiðihættum
· Fylgissveinaeftirlit
--