Fiskirannsóknarstovan góð skotsmál

Í farnu viku hevði Fiskirannsóknarstovan framsýning í sambandi við havsis ár. Hesa framsýning vitjaðu nógvir skúlaflokkar, saman við lærarum teirra, og rósa hesir allir Fiskirannsóknarstovuni fyri eina framúr áhugaverda framsýning

John Johannessen


Ein av skúlunum, ið vitjaðu framsýningina hjá Fiskirannsóknarstovuni, var Tekniski Skúli í Havn.

Tummas Lauritsen, lærari, var saman við næmingum sínum og vitjaði framsýningina, og hann sigur við blaðið, at hann metir framsýningina at vera sera væl fyrireikaða og áhugaverda.

- Vit vórðu víst runt á stovninum í umleið ein tíma, meðan greitt varð gjølla frá tí, ið vit sóu. Greitt varð m.a. frá, hvørjum Fiskirannsóknarstovan arbeiðir við og hvørjir arbeiðshættir verða nýttir til tær ymisku kanningarnar. Hetta varð gjørt á ein ógvuliga greiðan og áhugaverdan hátt, sigur Tummas Lauritsen.

- Eitt, ið greitt varð sera gjølla frá, var, hvussu fiskur verður aldursmettur eftir nitrunum. Vit sluppu eisini at hyggja at ymiskum larvum í sjóneyku og í royndargløsum. Somuleiðis hugdu vit at ymiskum sløgum av æti, áðrenn vit fóru víðari upp gjøgnum føðiketuna, sigur Venzel Olsen, næmingur á trædeildini á Tekniska Skúla í Havn.


Ikki ov torskilt

-Nú ert tú næmingur á trædeildini og aðrir næmingar, ið vóru til framsýningina, vóru fólkaskúlanæmingar. Helt tú framsýningina vera ov vísindaliga til næmingar, ið ikki fáast við lívfrøði dagliga?

- Nei, eg haldi, at frágreitt varð á ein so spennandi og greiðan hátt, at ikki var neyðugt at hava ta stóru lívfrøðisligu vitanina frammanundan, fyri at vera førur fyri at skilja framsýningina og frágreiðingarnar. Eitt annað, ið gjørdi framsýningina áhugaverda, var sýningin av, hvussu ið fiskað verður. Vístur varð fram ymiskur fiskireiðskapur, og eisini sást okkurt modellskip, ið fiskaði á djúpum vatni.

- Tey ymisku fiskasløgini, ið sóust hanga í ymsikum hæddum, alt eftir hvussu djúpt tey liva í sjónum, høvdu eisini stóran áhuga. Hetta vóru endurgjørdir fiskar, so møguligt var at hyggja leingi og gjølla at teimum, so ein kundi læra seg nøvnini á teimum, og annars lesa um livihátt teirra.


Betri enn akvarium

- Hevði tað tó ikki verið eitt sindur meira spennandi at sæð livandi fisk í einum stórum akvarium í staðin?

Nei, eg haldi, at ein fekk nógv meira burturúr hesum. Hesin fiskurin varð verðandi á sama stað alla tíðina. Hann svam ikki burtur, eins og livandi fiskur í einum akvarium hevði gjørt. Tað, at fiskurin varð verðandi á sama stað, tað gjørdi, at ein kundi eygleiða hann gjøllari. Tó ivist eg ikki í, at tað hevði verið stuttligari fyri smábørn at sæð fiskin livandi í einum akvarium, sigur Tummas Lauritsen, lærari á Tekniska Skúla, og næmingur hansara, Vensel Olsen, er heilt samdur.


Fólkaskúlin

Jens Petur Gaard, lærari í Eysturskúlanum í Havn, hevur eisini verið við næmingum sínum úr áttanda flokki og vitjað framsýningina hjá Fiskirannsóknarstovuni.

- Eg haldi, at øll framsýningin var framúrskarandi góð. Hon gav eitt gott innlit í arbeiðið hjá Fiskirannsóknarstovuni og í sjálvt havumhvørvið. Tó haldi eg, at næmingarnir høvdu fingið meira burturúr, um teir í løtuni tókust við havumhvørvið í skúlanum. Mínir næmingar hava ikki beinleiðis gjørt so nógv við hetta enn, so eitt sindur av tí, ið hendi á Fiskirannsóknarstovuni, var eitt sindur ov nógv at taka ímóti í einum, sigur Jens Petur Gaard.

- Annars, so skal Fiskirannsóknarstovan hava rós fyri framsýningina. Hon sýndi m.a. havumhvørvið, fiskasløg, veiðuhættir o.a., ið var sera upplýsandi. Og eisini frágreiðingarnar vóru sera áhugaverdar - eisini fyri næmingarnar. Tey, ið greiddu frá, tey skulu hava tað rós, at tey vóru ikki eins torskyld og vísindafólk ofta eru. Tey greiddu frá á ein hátt, ið eisini gjøri tað møguligt hjá mínum næmingum at fáa innlit í havumhvørvið.

-Tað einasta, ið eg kann seta fingurin á, tað er, at næmingarnir fingu eitt sindur ov nógv av vitan oysta omanyvir seg gjøgnum eitt ov stutt tíðarskeið. Vit kundu bert vera har ein tíma, og hetta gjørdi, at næmingarnir fingu ov nógvar upplýsingar í einum. Betri hevði verið, um vit kundu tikið framsýningina í pørtum. Menn enn einaferð vil eg siga, at talan var um eina framúr góða framsýning, sigur Jens Petur Gaard at enda.