Fiskiskapurin hjá partrolarum er ikki góður

Nú veðurlíkindini eru so vánalig, liggja allir teir smáu trolbátarnir, men helst fer onkur út fyrst í komandi viku.

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

- Men, fiskiskapurin hjá partrolarunum er ikki góður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Av djúpvatnstrolarunum er ein til fiskiskap. Teir eru eystanfyri. 

 

Nú veðurlíkindini eru so vánalig, liggja allir teir smáu trolbátarnir. Helst fer onkur út fyrst í komandi viku.

 

Eitt garnaskip fiskar svartkalva, og eitt fiskar havtasku. 

 

- Skipini hava brúkiligan fiskiskap og koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.