Teir ellivu maskinmeistararnir umborð á Brimli, sum søgdu seg úr starvi frá 1. juni, eru farnir av skipinum, og skipið liggur nú fyri teym orsakað av manningartroti.
Maskinmeistarafelagið krevur framvegis, at allir verða settir aftur í starv, og so leingi Fiskimálaráðið ikki gongur hesum kravi á møt, blokerar felagið størvini, sum Fiskiveiðieftirlitið lýsir leys. Felagið noktar sostatt at limum sínum at søkja.
Hóast hetta væntar stjórin í Fiskiveiðieftirlitinum, at tey fáa maskinmeistarar til Brimil.
? Vit vænta, at vit fáa maskinmeistarar til Brimil, so at skipið kemur í sigling skjótt, sigur ein bjartskygdur Elmar Højgaard, stjóri í Fiskiveiðieftirlitinum.
Eingin trupulleiki
? Henda støðan er ikki nøktandi í longdini, men beint nú er tað ikki nakar trupulleiki, at Brimil liggur við bryggju, sigur Elmar Højgaard.
Hann sigur, at hetta er feriutíð, og tí hevði Brimil helst ligið við bryggju kortini.
Elmar Højgaard vil ikki siga nakað um, hvussu nógvar maskinmeistarar Fiskiveiðieftirlitið hevur tøkar til at manna Brimil og Tjaldrið. Nóg nógvir eru tó at manna Tjaldrið, tí tað er í sigling í løtuni.
Ellivu av tólv maskinmeistarum søgdu seg úr starvi, og tríggir nýggir eru settir. Tískil kann roknast við, at Fiskiveiðieftirlitið hevur fýra maskinmeistarar at ráða yvir.
Fiskiveiðieftirlitið fer í hesi vikuni at lýsa eftir maskinmeistarum til skipini bæði.