Fiskivinnan anno 2007

Sakaris Zachariasen

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, er loksins vaknaður úr
dvala og er komin við einum uppskoti á ting, ið hevur til endamáls, at øll
fiskiloyvini hjá tí føroyska fiskiflotanum skulu inndragast seinast í 2018.
Hetta hevur skapt ótryggleika í fiskivinnuni og annars hjá øllum teimum, ið
hava áhuga í hesi vinnu, t.d. bankum, reiðarum, eigarum og í vinnuni
yvirhøvur. Ein av fylgjunum er, at nú noyðist Atlantic Navigator at gevast,
og grundgevingin er, sigur Hanus Hansen reiðari, at ótryggleiki valdar
viðvíkjandi fiskiloyvunum hjá skipinum.
Hetta er væl skiljandi, tí í uppskotinum liggja ongar visjónir, eingir
møguleikar, einki nýtt, eingir karmar, ella aðrir neistar, ið skulu geva
íblástur til íleggjarar í eina nýggja framkomna føroyska fiskivinnu.
Møguleikar, ið birta undir framburð og áræðið, sum sjálvsagt er ein
fyritreyt fyri, at vinnan skal trívast, mennast og verða lív lagað. Tey
størru skipini og kanska mest partolaraflotin, er í dag samansettur
soleiðis, at uttan fiskiloyvi eru hesi skip 0 kr. verd á pappírinum. Tey
eru stutt sagt ein so vánalig søluvøra, at eingin marknaður finst fyri hesi
skip, so einfalt er tað. Men so leingi tey hava einkarrættin til
fiskiríkidømið undir Føroyum, er hesin parturin av flotanum eitt reint 24
karat gullegg fyri tey, ið sita á loyvinum.
Eg eri púra samdur við fiskimálaráðharranum í, at øll fiskiloyvini skulu
inndragast sum skjótast, men tá tað er sagt, eri eg ikki samdur við einum
komma í restini. Uppskotið byggir í botn og grund á eitt langt forboð, ið
skal forða „spekulantum” at arbeiða frítt.
Tað, Bjørn Kalsø ikki skilir er, at spekulantar eru ikki bara teir, ið eiga
kapitalin. Spekulantar spekulera eisini í, hvussu ein nýggjur floti, og
fiskiídnaðurin á landi eigur at verða samansettur í framtíðini, soleiðis at
sum mest fast fyri hvørja krónu, ið verður latin í íløguna. T.d. er eingin
karmur orðaður fyri einari møguligari nýggjari samanseting av fiskivinnuni,
bæði á sjógvi og landi. Ein karmur, ið gevur vinnuni fríari ræsur at kanna
um t.d. møguleikar skuldu ligið í, at virka rávøruna meiri umborð, so at
virkini á landi høvdu møguleika at leypa tey fyrstu liðini um í
framleiðsluni, so virkini kundu lagt seg longur upp í framleiðsluketuna, og
harvið eisini nærri brúkararnar, sum jú er tann í betalir alt gildið í
seinasta enda.
Tað er einki at taka seg aftur í, at fiskivinnan á sjónum einki er broyt tey
seinastu nógvu árini. Vit hava fingið nýggj skip, men bygnaðurin er einki
broyttur. Við verandi lógarskipan kunnu vit ikki gera annað, enn skræða
garnarnar úr fiskinum, og leggja hann at rota eina viku ella so í lastina,
fyri síðani at selja virkinum rávøru, ið er vorðin gomul, fyri ikki at siga
ónýtilig.
Vit standa fyri øgiligum broytingum. Oljan er vorðin ovurhonds dýr,
dálkingin er ræðandi, og her toppar okkara nýtsla. Ja vit liggja tíverri
ovast í verðini, tá talan er um dálking, og tað er ikki akkurát nakað vit
tíma at reypa okkum av.
Tey flestu eru á einum máli um, at tað er avgjørt neyðugt við einum nýggjum
bygnaði í fiskivinnuni, men hvussu hetta skal gerast, eru ongar klárar
útmeldingar komnar um. Vit hava sæð, baði í loft og fjølmiðlum, og hoyrt frá
nógvum ungum fólkum, nógv góð og fín uppskot um rationaliseringar, sum allar
hava til endamáls at minka um útreiðslurnar og útlátið av CO2. Tað skal nú
ikki so nógv fantasi til at skilja, at ein góður háttur at minka um útlátið,
er at minka um oljunýtsluna.
Fyri at minka um brennievni, er neyðugt at løgtingið broytir lógina um
vinnuligan fiskiskap grundleggjandi. Vinnan má í framtíðini fáa møguleikar
at tillaga seg tær nýggju tíðirnar vit liva í, soleiðis at sum mest fast
fyri hvørja krónu, ið latin verður í vinnuna. Hetta er ikki møguligt við
verandi skipan. Vit brúka í dag ovurhonds stórar upphæddir til sigling,
transport av rávøru eftir landavegnum, óneyðugar goymslur á landið og
flyting av vøruni til útheimin, bara fyri at vísa á nøkur ítøkilig dømir, ið
kosta risa upphæddir, sum stórt sæð eru lættar at skera burtur.
Tá eg sjálvur havi siglt við flakatrolara, og havi sæð teir møguleikar, sum
liggja í hesari vinnuni, er tað undrunarvert at hugsa sær, hvussu primitiv
vit í grundini eru. Fyri mær sær tað út sum um at politikararnir ikki
skilja, hvussu veruleikin í botn og grund hongur saman. Nú tað er meldað út,
at Atlantic Navigator, eftir juni ella august, ikki er partur av okkara
flota longur, er hetta ikki annað ein katastrofa fyri okkara land. Gott og
væl 200 arbeiðspláss verða skrødd burtur, og harvið grundarlagið hjá nógvum
ungum føroyingum, sum settu sína vón til hetta arbeiðsplássið.
Tí má tað verða eitt krav til okkara myndugleikar, at okkurt eigur at verða
sum skjótast, fyri at okkara eftirkomarar skulu hava eina framtíð, eisini
innan fiskivinnuna. Politikararnir mugu síggja í eyguni, at neyðugt er við
stórum broytingum, og eiga at opna fyri møguleikum hjá vinnuni, soleiðis at
meira kann gerast við fiskin umborð á skipinum. Støðan er jú tann, at vit
kunnu bara fiska eina ávísa nøgd, og tí er neyðugt at fáa sum mest burtur
úr, í pengum og arbeiðsplássum, tað sigur jú seg sjálvt, og kann ikki vera
so torført at skilja.
Eg kann fáa ilt í eitt vist stað, tá ið man hoyrir, hvussu ilt okkara fjórða
statsmakt far í sama stað sum eg, tí Strandferðslan skal flyta til
Suðuroyar. Men tá gott og væl 200 arbeiðspláss verða skrødd undan okkum, tí
umsitingin í fiskimálaráðnum, ikki skilir, at nú er hóttafall fyri durum,
eru fjølmiðlarnir líkaglaðir.
Vit vilja so fegin vera stór, og fáa Clinton hendaveg, og vit eru
tjóðskaparsinnaðir, ja stórt sæð er eingin munur á tjóðveldinum og
sambandinum, tá saman um kemur, bara vit fáa loyvi at gvagga víðari í
dunnuhylinum.