Aftur í ár verður skipað fyri stórari fiskivinnuráðstevnu, nú Føroya Sjómannadagur á triðja sinni verður hildin í landsins størsta fiskivinnubýi, Klaksvík Stevnan verður í Skálanum og lagt verður fyri fríggjadagin, 17. august klokkan 14.
Stigtakarar eru Óli M. Lassen, Jákup Sólstein og Auðunn Konráðsson. Teir hava allir tríggir tilknýti til fiskivinnuna og kunnu sigast at umboða flestu tættir í vinnuni á sjónum.
Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri slíkari fiskivinnuráðstevnu í sambandi við, at Føroya Sjómannadagur verður hildin í Klaksvík.
Á ráðstevnuni í Skálanum verða fleiri kend nøvn innan føroysku fiskivinnuna ? ja ?tungvektarar?, sum gjøgnum árini hava sett síni fingramerki á vinnuna.
Teir, ið fara at hava framløgu, eru Kjartan Hoydal, Meinhard Jacobsen, Bjørn Kalsø og grannskoðarafyritøkan Rasmussen & Weihe. Úr Íslandi kemur fiskifrøðingurin, Magnus Thor Hafsteinsson.
Umframt fyrilestrarnar í Skálanum, verður eisini skipað fyri pallborðsorðaskifti, og her verður evnið ?Viðurskiftini hjá útróðrar-og línuflotanum?.
Við pallborðið sita landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, Kjartan Hoydal, Auðunn Konráðsson, Jákup Sólstein, Anfinn Kallsberg og Meinhard Jacobsen.
Eini 180 fólk vóru á fiskivinnuráðstevnuni í fjør.
Tilmelding fer fram hjá Norðlýsinum á tlf. 456285 ella á nordpres@post.olivant.fo - og kostnaðurin fyri luttøku er 300 krónur.
Óli M. Lassen, ein av fyriskiparunum, sigur, at øll við tilknýti til ella áhuga fyri fiskivinnuni eru vælkomin á ráðstevnuna, men neyðugt er at boða frá luttøku, helst í seinasta lagi hóskvøldið, 16. august.
Tað er í annaðkvøld.
- Vit vóna, at fólk, sum fáast við fiskivinnu ? á sjógvi og landi, fara at geva sær stundir til at steðga á, nú alt bendir á, at høvuðsvinnan stendur yvirfyri stórum avbjóðingum, sigur Óli M. Lassen.