Fiskivinnuna aftur á føroyskar hendur!

Strámenn, Anitu-málið og ivingasamar sølur. Umframt veruleikin, at ein einsamallur maður býtir út størru helvtina av føroysku fiskirættindunum – uttan treytir. Hetta er støðan í føroysku fiskivinnuni í dag.

Strámenn,  Anitu-málið og ivingasamar sølur. Umframt veruleikin, at ein einsamallur maður býtir út størru helvtina av føroysku fiskirættindunum – uttan treytir. Hetta er støðan í føroysku fiskivinnuni í dag.

 

So er líkamikið, hvussu nógv Jacob Vestergaard brølar taðtsatta.

 

Vit íTjóðveldi vilja nýggjan fiskivinnupolitikk, har fremsta máliðer at fáa fiskivinnuna aftur áføroyskar hendur. Men samstundis vilja vit tryggja ein marknaðhar vinnuligu aktørarnir virka ájøvnum føti.

 

Vit fegnast øll um makrelin, og um tingingarnar viðES. Men tíanverri er hetta eitt eindømi, tátaðsnýr seg um successir hjáJacob Vestergaard.

 

So hóast lógvabrestir ljóðaðu íhøllini íRunavík hóskvøldið, táJacob Vestergaard brølaði eftir sínum politiskum kappingarneytum, so er lítiðat klappa fyri, táfiskimálaráðharrin skal vigast.

 

Fremsti førleikin íføroyskari fiskivinnu, er at kenna telefonnummariðhjálandsstýrismanninum. verður sagt. Hetta er samfelagsligur ørskapur, og kennir bara sín líka ípørtum av heiminum, vit ikki vanliga meta okkum saman við.

 

Úrslitiðer, at fiskivinnan ístóran mun er gloppin okkum av hondum, og verður umsitin av útlendingum, umvegis strámenn og landsstýrismannin ífiskivinnumálum. Jacob Vestergaard sigur, at hann vil broyta hetta. Men prógvini tala fyri seg: Áhansara vakt er strámanna virksemiðsloppiðótarna at taka kvørkratakiðáokkara fiskiríkidømi.

 

Ongin nýggjur vinnurekandi sleppur framat, uttan gjøgnum bakdyrnar. Ørandi upphæddir fyri veiðuloyvi eru sum eitt lodd um hálsin ábotnfiskaflottanum. Ein stórur meiriluti áløgtingi vil broyta hetta. Men einki er hent viðFólkaflokkinum íFiskimálaráðnum.

 

Taðljóðar, at Fólkaflokkurin vil geva reiðarunum fiskirættindini íallar ævir, at selja og spekulera í, sum teir vilja –eisini til útlendingar, sum síggja føroyska matkovan, sum ein høgligan gloypibita at nøkta økta matvørutørvin íheiminum.

 

Samstundis er álit føroyinga ímong, mong ár, Føroyagrunnurin fyri stórum bakkasti, tíat einki verður gjørt fyri at bøta um stovnsrøktina. Heimaflotin hevur sera trupul kor, og eingin endurnýggjan er av flotanum.

 

Var taðikki fyri okkara stríðfyri at fáa línuskipunum rættindini aftur áFlemish Cap, so var støðan ótolandi.

 

Her másetast nýggj fiskivinnukós, skal vón vera fyri landinum. At dúva uppáein fiskivinnupolitikk, har ein persónur ræður, fýra sleppa at fiska, og útlendingar fara avstaðviðvinninginum, byggir einki land.

 

Íløtuni heldur uppisjóvarfiskurin lív íflotanum, men føroyingar vita, at uppisjóvarfiskur er komandi og farandi.

 

ll áReynatúgvu, løgtingsmaður og valevni hjáTjóðveldi.