Í sambandi við fyrispurning hjá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, viðvíkjandi skúlabygging kring landið, har løgtingsmaðurin m.a. skjýtur upp at niðurleggja Fiskivinnuskúlan í Vestmanna, vil eg hervið gera vart við at, eg undir ongum umstøðum góðtaki at forðingar verða lagdar fyri at byggingin av Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna verður framd, og vil eg tí harðliga mótmæla uppskotinum frá løgtingsmanninum.
Fiskivinnuskúlin í Vestmanna hevur síðani hann var settur á stovn verið einasti skúli í Føroyum sum til fulnar hevur lyft uppgávuna at geva næmingunum møguleika og royndir á altjóða pallinum við síni luttøku í European Business Game. Við sínum framúr góðu úrslitum í hesi altjóða kapping hevur skúlin í verki víst sína dygd og sítt tilverugrundarlag.
Seinastu nógvu árini hava nógvar ítøkiligar royndir verið gjørdar at útvega skúlanum hóskandi karmar, men hvørja ferð hevur hetta miseydnast vegna tað at onnur lokal áhugamál uttanífrá hava klárað at steðgað gongdini. Í hesum døgum er projekt á gáttin viðvíkjandi skúlabyggingini í Vestmanna, og síggi eg fram til at hetta gerst veruleiki, Føroyum, Norðurstreymoy og Vestmanna at frama.
Við Tjóðveldiskvøðu.