Útróður og útlit
Páll Hansen, sum hevur havt bát og verið útróðrarmaður í nógv ár. Í fleiri ár hevur hann róð út á Norðhavinum og hevur havt bátin liggjandi í Haldórsvík. Ein annar toftamaður, Páll Højgaard, hevur eisini róð nógv út norðanfyri, og báðir hava teir fingið nógvan fisk við línu, ikki minst seinastu árini. Hevur hann ligið leingi við høgætt og ikki hevur verið útfarandi norðanfyri í longri tíð, plaga teir at koma suður um aftur at royna.
Báturin alloðin
Páll Hansen sigur seg ikki skilja, hvussu fiskifrøðingar eru komnir til ta niðurstøðu, at eingin gróður er í sjónum i ár.
- Fyrst í nítiárunum, tá ið eingin gróður var, kundi báturin liggja leingi á
sjónum, og kortini var hann líka reinur. Í ár er hann vorðin alloðin eftir tveimum mánaðum. Eg trúgvi ikki, at fiskifrøðingar sigla boyðu av boyðu og hyggja eftir, um gróður er í sjónum, sigur Páll.
Útróðrarmaðurin sigur seg ikki hava merkt nakað til, at minni gróður er í
sjónum í ár enn árini frammanundan og heldur, at støðan er beint øvut av tí, sum fiskifrøðingar siga.
- Í summar og fyrr í heyst var eg nógvar túrar á Norðhavinum. Har var nógv æti og nógvur fiskur á júst somu leiðum, sum fiskur plagar at vera norðanfyri.
Seinastu tíðina hevur veðurlagið verið óstøðugt - ikki nakað ringt heyst-ella vetrarveður, men áhaldandi eysturætt og landsynningur.
- Eg havi tí ikki verið á útróðri seinastu tíðina, men hin maðurin, sum roynir norðanfyri, hevur framvegis góðan fiskiskap.
Páll Hansen sigur, at navnin var tríggjar góðar túrar norðanfyri í síðstu viku.
Norðanfyri er meginparturin av veiðini hjá toftabátunum gráur fiskur. Hinvegin heldur útróðrarmaðurin, at teir, sum royna eystanfyri, fáa mest av hýsu.
Nógvur fiskur
Tað skerst ikki burtur, at eitt av samtaluevnunum millum fiski-og útróðrarmenn í seinastuni hevur verið spádómurin hjá fiskifrøðingum um slakari fiskiskap, nú hesir siga seg hava staðfest, at minni ella eingin gróður er í sjónum í ár.
- Fiskifrøðingar tosa alla tíðina um at minka um fiskiskapin, men eitt er vist;
tað hevur ongantíð verið so nógvur fiskur undir Føroyum áður sum júst nú. Er hetta eitt ringt tekin, veit eg bara einki, sigur Páll.
Hann tekur til, at tað er nógvur fiskur heilt úr Skálabotni og út á ytstu
havleiðir - og úti á er fiskurin alt annað enn rak.
Spurdur, hvat hann heldur, tað merkir, at fiskur søkir inn undir land, sigur Páll.
- Tað er sjálvandi ilt at meta um. Fekst fiskur bara inni við land, hevði eg hildið, at hetta var eitt ringt tekin, men tey skip, sum royna úti á, fáa eisini óvanliga nógvan fisk.
Og útróðrarmaðurin heldur fram:
- Fiskifrøðingar siga, at einki er at eta hjá fiskinum, og tí er neyðugt við varsemi. Eg haldi, at hetta er beint øvut av tí, sum rætt er. Er minni at eta, og stovnurin er stórur, er betur at fiska fiskin enn at lata hann doyggja í raki. Vit mugu veiða so nógv sum tilber, so tað, ið eftir er, hevur eitt lívsgrundarlag - um føðin nú er so lítil, sum fiskifrøðingar vilja vera við.
Ráðgevingin
Páll heldur, at tað er líka so skeivt av fiskifrøðingum at tilráða ov lítlari veiði sum at tilráða ov stórari veiði.
- Tað er so lætt at vera fiskifrøðingur í ES, tí har er fiskivinnan ikki
lívsgrundarlagið. Øðrvísi er hjá okkum, her alt stendur og fellur við fiskivinnuni. Vórðu tilmælini hjá okkara fiskifrøðingum seinastu árini fylgd slaviskt, hevði staðið illa til í Føroyum í dag. Eg trúgvi, at okkara fiskifrøðingar noyðast at skikka sær eitt sindur betur - annars fer einki menniskja at trúgva teimum.
Páll sigur, at fyri nøkrum árum síðan mæltu fiskifrøðingar til eina árliga toskaveiði uppá nøkur fá túsund tons. Landsstýrið avgjørdi kortini at seta kvotuna eini 2.000 tons hægri.
- Seinni kom ein kendur fiskifrøðingur úr Kanada til Føroyar og eftir nakrar øl á Café Natúr, sum Páll tekur til, fingu føroyingar at vita, at nógv meira toskur kundi veiðast undir Føroyum. Úrslitið vísti seg eisini at vera rætt, og gjørdist hetta árið eitt av teimum góðu toskaárunum, tá ið saman um kom. Og síðan tá, hevur toskafiskiskapurin verið góður.
Veður og vindur
Páll spyr, hvat hevði hent, um ein stovnsleiðari, t.d. landsverkfrøðingurin, hevði mett so skeivt um okkurt av mongu projektunum hjá stovninum.
- Jú, viðkomandi hevði fingið fótin, leggur útróðrarmaðurin aftrat.
Páll Hansen vísir at enda á, at í fleiri fylgjandi ár lá hann at kalla støðugt við vesturætt, og tá gjørdist alt púra oyðið við Føroyar.
- Eftir árini við vesturætt, hava vit havt óvanliga nógva eysturætt, og síðan
tá er fiskurin eisini komin aftur, sigur hann.