Ódnarveðrið fyri nøkrum døgum síðani varð ein dýr søga fyri alingina hjá Bakkafrost í Suðuroy, tí bæði aliringarnir í Hvalba, og aliringarnir í Froðba fingu stóran skaða.
Í Hvalba skrædnaðu nótirnar í tveimum ringum, so har mistu tey eitt sindur av fiski, men aliringarnir í Froðba toldi illveðrið nógv betri enn ringarnir í Froðba
Í Froðba hevur Bakkafrost havt alibrúk í 20 ár og tað hava tey ongantíð havt trupulleikar av. Tvørturímóti hevur úrslitið í alibrúkinum í Froðba verið eitt tað besta, tey vita um í allari alisøguni.
Men hesa ferð gekk tað galið, og tey mistu umleið eina millión laksar.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Regin Jacobsen greiða frá á FM1, hví hann heldur, at skaðin í alibrúkinum í Froðba var so stórur.