Fjøllini fanga Andrias

- Tá eg gangi í fjøllunum merki eg ein frið, sum eg ikki finni aðrastaðni. Tað er júst hesin friðurin og avbjóðingin at ganga á høgu tindarnar, sum fangar meg. Tað sigur 20 ára gamli Andrias Reinert Hansen, sum eins og fleiri onnur er blivin bitin av at ganga í fjøllunum. Í hesum døgum luttekur hann í eini stórari altjóða kapping, har hann hevur møguleika at sleppa á hundasletutúr í Noregi

Onkur gongur til fótbólt, summi hyggja í sjónvarp og onnur spæla telduspøl. Tá 20 ára gamli Andrias Reinert Hansen hevur frí dámar honum best at fara langar túrar niðan í føroysku fjøllini. Onkuntíð verður tað til fleiri túrar innan eina viku.

- Eg eri blivin púra bitin av hesum ítrivinum og geri túrar so at siga hvørjaferð, eg havi møguleikan, sigur Andrias Reinert Hansen, sum býr á Oyri.

Tað merkir eisini, at hann ikki bara fer gongutúr í fjøllunum, tá tað er turt og stilt í veðrinum.

- Onkursvegna liggur tað eisini ein ávísur spenningur í at fara avstað, tá tað er illfýsi og kalt. Tá havi eg ofta hug til at bjóða mær sjálvum av, og so fari eg bara avstað. Eg plagi at siga, at tað er ongantíð ringt veður, mann er bara illa ílætin, sigur Andrias Reinert Hansen.

Dagliga starvast hann sum skrellimaður, og tær arbeiðstíðirnar hóska væl til hansara ítriv.

- Arbeiðsdagarnir eru ikki so langir, og harafturat havi eg frí hvønn fríggjadag, so eg gangi mínar túrar hvørja ferð møguleikin er til staðar.


Skal á 360 toppar

Ungi Oyramaðurin hevur altíð havt áhuga fyri náttúru og útilívi.

- Frá tí eg var heilt lítil, plagdi eg at vera nógv úti, og eg minnist eisini at eg og pápi mín fóru túrar niðan í fjøllini, har vit so tjaldaðu, og tað helt eg var ótrúliga stuttligt, fortelur Andrias Reinert Hansen, sum í summar bleiv studentur. Tað var eisini um ta tíðina, tá endaligu próvtøkurnar byrjaðu, at áhugin fyri fjallatúrunum øktist, og hann byrjaði at ganga túrar einsamallur og saman við øðrum við somu áhugamálum.

- Tú kanst siga, at tað seinasta fjallið hjá Pól Sundskarð varð tað fyrsta hjá mær. Hetta var í mai mánaði, tá Pól Sundskarð skuldi ganga niðan á Sandfellið í Oyndarfirði. Tá hevði hann verið á øllum fjøllunum í Føroyum. Tað var har, eg av álvara fekk áhugan fyri fjallatúrum, greiðir Andrias Reinert Hansen frá.

Líka síðani tann túrin hevur hann lagt nógvar kilometrar afturum seg úti í føroysku náttúruni. Higartil hevur hann verið á 128 fjallatoppum av teimum tilsamans 360, sum eru.

- Mær dámar hetta so mikið væl, at eg havi sett mær eitt mál: Eg skal hava gingið á øllum 360 fjallatoppunum, tá 2014 er liðugt, sigur Andrias Reinert Hansen.


Fríur í náttúruni

Umframt at ganga niðan á fjøll saman við øðrum, dámar Andriasi Reinert Hansen eisini væl at gera fjallatúrar einsamallur.

- Tá eg gangi einsamallur úti í náttúruni, er einki, sum órógvar, og eg kenni meg frían frá øllum. Eingir bilar, eingin larmur og tú hugsar bara um tað, sum hendir beint nú; tú skalt niðan á ein fjallatind, greiðir Andrias Reinert Hansen frá.

Tað, sum honum dámar allarbest við fjallatúrunum, er friðurin.

- Eg havi tað soleiðis, at jú friðarligari tað er, jú betri er upplivingin av túrinum. Tað er, sum tú kemur inn í teg sjálvan og gloymir alt tað, sum kann strongja teg í gerandisdegnum. Túrarnir eru líkasum eitt frírúm fyri meg, sigur Andrias Reinert Hansen.

Ymiskt er, hvussu langir túrarnir, hann ger, eru, men honum dámar væl javnan at geva sær sjálvum avbjóðingar og gera langar túrar. Jú longri túrurin jú størri er avbjóðingin.

- Longsti túrurin eg havi gjørt einsamallur tók umleið seks tímar. Slíkir túrar dámar mær væl at gera viðhvørt og bjóða mær sjálvum av. Tað er ikki heilt tað sama at ganga saman við eini 5-6 øðrum monnum og so at ganga einsamallur, fortelur Andrias Reinert Hansen og heldur fram:

- Trygdina mást tú altíð hugsa um, men tá tú ert einsamallur, mást tú vera serliga árvakin. Eg havi altíð fartelefon, plástur, teyp, pínutablettir og eitt serligt hitateppi við mær, tá eg fari einsamallur niðan á eitt fjall. Harafturat brúki eg gps til at navnigera eftir, serliga um tað er ringt sýni, sigur Andrias Reinert Hansen.

Hann vísir ikki aftur, at tað liggur eitt ávíst kappingarelement í hansara ítrivi at ganga í fjøllunum.

- Eg hugsi nógv um, hvussu eg best og skjótast kann ganga niðan á toppin. Tað er heldur eingin orsøk at ganga eyka kilometrar, serliga um tú skalt náa fleiri tindar, tí tá ræður um at spara upp á so nógva orku sum gjørligt.


Vil hundasletutúr

Í hesum døgum luttekur Andrias Reinert Hansen í eini altjóða kapping, sum Fjällräven skipar fyri. Talan er um kappingina Fjällräven Polar 2014, har vinningurin er ein túrur norðaliga í Noregi við hundasletu. Tilsamans 20 fólk sleppa henda túrin, og tað gera tey við at fáa atkvøður um heimasíðuna hjá Fjällräven. Frá hvørjum landi sleppa tveir luttakarar.

- Tað var av tilvild, at eg las á internetinum um hesa kappingina, men so skjótt eg sá tað, visti eg, at hetta var akkurát nakað fyri meg. So eg gjørdi eitt videobrot og sendi tað inn, greiðir Andrias Reinert Hansen frá.

Týsdagin í næstu viku er freistin úti at atkvøða. Enn hevur Andrias fingið flestar atkøður og er sostatt tryggjaður at sleppa við á serstaka hundasletutúrin, sum fer fram yvir fýra dagar í apríl mánaði næsta ár.

- Eg vóni veruliga, at eg kann sleppa við á henda túrin, tí eg ímyndi mær, at tað er ein fantastisk uppliving. Eitt er, at eg sleppi at ferðast í ótrúliga vakrari náttúru, men eg skal eisini stýra eini hundasletu og vera saman við fólkum úr ymsum londum. Tað er ótrúliga spennandi, fortelur Andrias Reinert Hansen eldhugaður.

At Andrias Reinert Hansen er føroyingur men luttekur undir donskum flaggi í kappingini, hevur fingið ilt í onkran danskara.

- Ein, sum eisini hevði meldað seg til kappingina, men sum var og er framvegis langt aftastur í atkvøðum, fór til donsku fjølmiðlarnar og gramdi seg um, at føroyingar altíð standa seg væl í kappingum við atkvøðuavgreiðslu. Tað stuttliga er, at tað einasta tað gjørdi, var, at eg fekk enn fleiri atkvøður, fortelur Andrias Reinert Hansen og flennir.

Ein annar, sum hinvegin er beint í hølunum á Andriasi Reinert Hansen, hevur verið alment frammi og fortalt, at hann ikki vil tapa ímóti einum føroyingi.

- Í sambandi við tilmeldingina spurdi eg meg fyri hjá Fjällräven, um eg skuldi melda meg til undir ”Danmark” ella ”Other countries”, so eg havi ikki gjørt nakað skeivt, og eg haldi tað er stuttligt, at onkrir danskarar ilskast inná mína luttøku, sigur Andrias Reinert Hansen.

Um illa vil til, og hann ikki sleppur við á túrin í Noregi á hundasletu, ætlar hann sær tó framvegis at fáa stórslignar náttúruupplivingar.

- Eg skal náa øll fjøllini í Føroyum áðrenn mai mánað, og seinni ætli eg mær at fara út í heim at ganga í teimum heilt stóru fjøllunum so sum Kilimanjaro og Mont Blanc. Tað hevði eisini verið stuttligt at farið til USA, men nú fáa vit at síggja, sigur Andrias Reinert Hansen.

Til ber at atkvøða fyri Andriasi Reinert Hansen fram til 10. Desember á heimasíðuni fjallraven.com/polar