Fjølmiðlarnir greiddu Nyrup frá føroyska útspælinum

Danska stjórnin visti einki um føroyska útspælið fyrr enn fjølmiðlafólk komu við tí

Nýggja uppleggið frá landsstýrinum til búskaparligu skiftistíðina er, at inntøkur frá einari møguligari føroyskari oljuvinnu skulu mótroknast blokkstuðulinum.

Hetta fingu føroysku fjølmiðlarnir at vita fyri løtu síðani í tíðindaskrivi.

Men danska stjórnin visti einki um hetta, fyrr enn fjølmiðlafólk júst nú bóðu ein av embætismonnum hansara um viðmerking til hetta.

Embætismaðurin bað um at fáa avrit av tíðindaskrivinum, og hevur nú kunnað Nyrup um nýggja útspælið.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.

Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.

Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.

Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.

Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.