Tað eru fyrst og fremst Kaj Leo Holm Johannesen og Jørgen Niclasen, ið eru arkitektar aftan fyri samgonguskjalið, sum varð undirskrivað gjáranáttina. Felags fyri teir báðar er, at teir lyftu sínar flokkar fram til sigur á løgtingsvalinum, og at teir eru oddvitar í stóru borgarligu flokkunum, sum mest sum vunnu helmingin av tingsessunum.
Talan er um fjórðu borgarligu samgonguna. Tvær vóru í fimmti árunum, og ein var fyrrapartin av áttati árunum.
Myndugleikin hjá løgmanni er størri hesa ferð, enn hann var, tá ið Kaj Leo Holm Johannesen 26. september 2008 setti seg í løgmanssessin. Nú er hann toppskorari hjá Sambandsflokkinum, nú er hann fyrst valdur av øllum 33 tingmonnunum, og nú hevur hann royndir av at vera løgmaður.
Kaj Leo hevur aftur og aftur undirstrikað týdningin av, at øll, sum skulu arbeiða saman í samgongu, kenna seg eiga ognarskap í samgonguskjalinum. Hóast tað ivaleyst hevur kenst darvandi at so nógv hava verið uppi í á gamla apoteki, so eigur tað at hava sín týdning. Higartil hevur einki verið at hoyrt um misnøgd í samgonguflokkunum, og tað er merkisvert, nú tað eru so nógvar konfliktlinjur í politikkinum, og nú flokkarnir standa veikari, enn teir áður hava gjørt.
Jørgen Niclasen hevur verið illa sperdur, men tað kann fara at vísa seg, at samgonguskjalið er lopfjølin til nýggja politiska styrki. Uttanríkisráðið var barnið hjá Fólkaflokkinum, og Jørgen Niclasen var fyrsti og higartil einasti uttanríkisráðharrin, sum Føroyar hava átt. Tað er synd at siga, at talan var um glæsuligt tíðarskeið hjá Jørgeni at vera uttanríkisráðharri, og í valstríðnum og samgongusamráðingunum hevur einki verið at hoyrt um, at Fólkaflokkurin var áhugaður í tí, sum áður var ein av eygnasteinunum.
Hesa ferð gjørdi Fólkaflokkurin flatskattin til sítt høvuðsevni í valstríðnum. Valúrslitið sigur, at tað riggaði væl. Jørgen Niclasen var fremsti talsmaðurin fyri broytingini í skattinum, og tað hevur eydnast honum at fáa flatskattin at vera eitt av høvuðsmálunum í nýggja samgonguskjalinum.
Persónliga valúrslitið hjá fólkafloksformanninum var ikki tað sama, sum tað var hjá fleiri av hinum floksformonnunum. Men gongdin í samgongusamráðingunum hevur styrkt um støðuna hjá A formanninum, sum tað nú verður torførari at sleppa uttan um, tá ið Fólkaflokkurin seinni í mánaðinum skal velja formann, hóast Fólkaflokkurin nú hevur undirskrivað samgonguskjal, sum boðar frá, at landsstýrið skal venda sær til ríkismyndugleikarnar við umbøn um at dýrtíðarviðgera blokkstuðulin. Hetta smakkar ikki væl hjá summum fólkafloksmonnum, sum júst nú hugsa bæði um Framsókn og Tjóðveldi.
Gongdin í hesum málinum er gott dømi um, hvussu tað broytist í politikki:
Tað var táverandi formaðurin í Fólkaflokkinum, Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum í 2001 saman við Høgna Hoydal var høvuðsmaður, tá ið løgtingið samtykti at lækka blokkstuðulin við meiri enn trý hundrað milliónum, og at blokkurin skuldi fastfrystast. Karsten Hansen var fíggjarmálaráðharri, og Kári P. Højgaard, sum í gjárkvøldið varð afturvaldur til formann í Sjálvstýrisflokkinum, taldist millum teirra, ið atkvøddu fyri. Hann sat tá á tingi sum varamaður fyri Sámal Petur í Grund, sum var landsstýrismaður.
Nú fara gomlu fullveldisflokkarnir – Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin – saman við Sambandsflokkinum og Kaj Leo Holm Johannesen løgmanni til Danmarkar at samráðast um at dagføra blokkstuðulin!
Ósemjurnar
At finna semjur í politikki er ikki vorðið lættari, enn tað hevur verið. Konfliktlinjurnar eru nógvar, tær gerast alt fleiri, og harvið verður tað torførari at finna semjur bæði millum flokkar og eisini í flokkum.
Eitt er spurningurin um býtið av samfelagsvirðunum ella tað, sum vanliga verður rópt vinstra og høgra politikkur og harvið spurningarnir um vælferð og skatt og vinnu.
Eitt annað er fullveldið, sambandið og/ella samstarvið við Danmark, og eitt triðja er virðisspurningurin. Tað vil siga spennið millum traditionellu og meiri nýmótans fatanina av etisku og moralsku málunum, eitt nú fosturtøku og støðuna hjá samkyndum, sum eru mál, ið støðugt spøkja.
Fjórða økið, sum ofta er orsøk til politiskar spenningar, er miðstaðurin mótvegis útjaðaranum, tá ið tað snýr seg um plaseringar av almennum stovnum, rakstrarútreiðslur og íløgur. So eru tað fatanin av, hvussu burðardygga menningin skal røkkast, og sum serfrøðin og tey í vinnuni oftast eru ósamd um, og so er tað kynspolitikkurin, sum tað stútt og støðugt verður mint á.
Nú er samgonguskjal undirskrivað millum fýra flokkar, sum ber parlamentariska trygd fyri, at Kaj Leo Holm Johannesen heldur fram sum løgmaður, og at tingið tekur til eftirtektar, at løgmaður hevur mannað landsstýrið av nýggjum.
Samgonguskjalið sigur meiri og minni ítøkiligt, hvørjar ætlanirnar eru. Hvussu tað fer at eydnast at røkka málunum, snýr seg nógv um álit og kemi millum tey, sum eru í samgonguni.
Fyrsta takið verður at fáa fíggjarlógina fyri 2012 at hanga so frætt saman, sum tað ber til, tá ið havt verður í huga, at undirskotið skal hvørva í seinasta lagi í 2016. Longu í tí arbeiðnum fæst at síggja, hvørjar aðrar samgongur verða. Undanfarnu árini hava vit sæð fíggjarnevndarsamgongu, makrelsamgongu og t. d. samgongu í etiskum spurningum.
Tað er luturin hjá andstøðuflokkunum at syrgja fyri mótspæli til tey, sum sita við valdinum. Ein partur av hesum spælinum plagar at vera at skipa alternativar samgongur. Høgni Hoydal og Poul Michelsen kenna leiklutin, men tað verður fyrsta ferðin, at Aksel V. Johannesen skal royna seg sum andstøðupolitikara.
Ein av prinsipiellu spurningunum hjá teimum er, hvussu tað stendur til við langtíðarsemjunum. Eitt nú í Danmark verður tað gingið høgt uppí, at flokkarnir halda politiskar avtalur, hóast talan er um skifti í samgongusamanseting. Avtalubrot verður mett at vera sera álvarsligt.
Seinni hálvleikur
Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, og tað er undir landi, at tað er vandamiklast at sigla, tí har eru flúrarnir, bogarnir, íðurnar og strongirnir, plagdi Anfinn Kallsberg at siga.
Eftir døgurða í gjár settu samgonguflokkarnir seg at býta málsøkini og harvið at finna útav, hvussu landsstýrið skal mannast. Saman við hesum hongur býtið av nevndarsessum og formanssessum í tinginum og eitt nú umboðanin í norðurlandaráðnum.
Hetta plagar altíð at vera torført arbeiði, og tað verður tað eisini hesa ferð. Royndirnar siga, at tað ikki er fyrr enn í síðstu løtu, at hetta fæst frá hondini. Tað er møguleiki fyri, at alt er avgreitt, tá ið hesar reglur verða prentaðar, men sannlíkt er tað, at tað verður leygarnátt og kanska leygardagur, áðrenn telvingin verður heilt liðug.
Smærru flokkarnir
Løgmaður ætlaði at halda fast við útspælið upp á sjey landsstýrismenn – íroknað løgmann – sum Sambandsflokkurin spældi út við í valstríðnum. Hetta er ynski, sum ikki gjørdist veruleiki. Tað er á landsstýrisfundum, at avgerðirnar verða tiknar, og harvið hevði tað tyngt um politiska arbeiðið, um ein samgonguflokkur ikki var í landsstýrinum. Tí fáa smáu flokkarnir ein landsstýrismann í part.
Tað er bara eina ferð komið fyri, at ein flokkur hevur verið partur av landsstýrissamgongu uttan at eiga umboð í landsstýrinum. Sjálvstýrislandsstýrið frá 1963-1966 var mannað við umboðum fyri Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Framburðsflokkurin hjá Kjartani Mohr var partur av parlamentariska grundarlagnum uttan at eiga landsstýrissess. Harafturímóti var Kjartan Mohr leskaður við týdningarmiklum nevndarsessum í løgtinginum.
Bill Justinussen, sum áður hevur verið landsstýrismaður í heilsumálum, er besta boðið upp á landsstýrismann hjá Miðflokkinum, og Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvík, er besta boðið upp á landsstýrismann fyri Sjálvstýrisflokkin.
Tað er áður sætt, at tað ber væl til at rokera við málsøkjum og so at siga uppfinna nýggj aðalráð. Soleiðis kann tað eisini ganga hesa ferð. Tá ið fullveldissamgongan varð skipað í 1998, setti Sjálvstýrisflokkurin upp á at fáa tveir landsstýrismenn. Tað eydnaðist, og oljumálaráðið varð seymað til Eyðun Elttør at umsita.
Rósa og løgmaður
Hjá Sambandsflokkinum verður Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður við styrktum mandati sammett við tað, sum hann hevði fyri trimum árum síðani. Hóast hann tykist duga væl at lurta og laga seg til ynskini hjá valfeløgunum kring landið, so eigur hann hesa ferð at hava nógv størri leiklut í at gera av, hvør verður landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin.
Tað ber ikki til hjá løgmansflokkinum at vera við í samgongu uttan at hugsa um javnstøðuna. Rósa Samuelsen hevur verið landsstýrismaður í almannamálum, og hon fekk dygga álitisváttan á løgtingsvalinum. Tað er mest beint fram, at hon heldur fram í tí sessinum ella í øðrum landsstýrissessi, um Sambandsflokkurin ikki fær almannamál. Hetta málsøkið er tað tyngsta av øllum. Tí átti tað at verið áhugavert at umsitið. At tað er sera krevjandi og tyngjandi, og tískil ber nógva umrøðu við sær – og hon verður ikki minni um stórar sparingar skulu fremjast - so kann tann møguleikin hugsast, at Sambandsflokkurin ynskir at avreiða almennamálini fyri at fáa okkurt annað at umsita.
Hvør triði landsstýrismaðurin hjá Sambandsflokkinum verður valdast um, hvat málsøkið verður. Tveir kandidatar eru í tingbólkinum: Jóhan Dahl, sum í løtuni umsitir vinnumálini – íroknað fiskivinnuna – og Bjørn Kalsø.
Um støðið verður tikið í uppgerðini um fiskivinnupolitikkinum, sum undan valinum var í løgtinginum og innanhýsis í flokkunum, so er eingin ivi um, at ein partur av Sambandsflokkinum heldur vil hava Bjørn Kalsø enn Jóhan Dahl til landsstýrismann í fiskivinnumálum. Jóhan Dahl til fyrimunar telur, at hann og løgmaður higartil hava drigið somu línu í fiskivinnupolitikkinum.
Bjørn Kalsø er boðið, um Sambandsflokkurin fær mentamál at umsita.
Jørgen í fíggjarmálaráðið
Fýra tingfólk í Fólkaflokkinum eru upp á tal til at manna landsstýrið.
Jørgen Niclasen eigur at vera sjálvskrivaður sum landsstýrismaður í fíggjarmálum. Skuldi tað hent, at hann ikki verður fíggjarmálaráðharri, so kann ikki sigast annað, enn at samgongan fer haltandi frá kai! Tað er fyrst og fremst Jørgen Niclasen, sum hevur spent seg fyri uppskotið um flatskatt, og tað hevði verið undarligt og lítið sannførandi, um nakar annar fór í Fíggjarmálaráðið at fyrireika broytingarnar í skattalógini og øðrum lógum, sum neyðugt er at broyta, um flatskatturin ikki skal verða annað enn valflesk, nú tað verður Excel rokniarkið, sum Aksel hevur sitið við, ið skal hjálpa ella stýra Jørgeni.
Jacob Vestergaard hevur verið bæði uttanríkismálaráðharri og fiskimálaráðharri, og hann er besta boðið hjá Fólkaflokkinum upp á fiskimálaráðharra.
Annika Olsen er sjálvskrivað sum landsstýriskvinna. Hon var toppskorari á valinum, og tað hevði borið illa til hjá Fólkaflokkinum onga kvinnu at havt í landsstýrinum. Annika hevur verið landsstýrismaður í innlendismálum, og hesa ferð er hon boð upp á henda sama sessin umframt mentamálini, um tey fella til Fólkaflokkin.
Síðsti fólkaflokstingmaðurin, sum brennur fyri at vinna landsstýrissess, er Jákup Mikkelsen. Hann var upp á tal fyri trimum árum síðani, men tá leyp hann av. Síðani tá hevur hann verið formaður í tingbólkinum. Tað plagar at vera góð lopfjøl til landsstýrissess. Jákup og norðoyingar kunnu vísa á, at aftur hesa ferð var úrslitið í Norðoyggjum glæsuligt og ikki minst merkisvert, nú Anfinn Kallsberg ikki var á listanum.
Fleiri av bygd
Hóast valfeløg kring landið treingja á at fáa júst teirra umboð í landsstýrið, so bendir alt á, at tað vera tey við parlamentariskum royndum, sum fara at manna sessirnar kring fundarborðið í Tinganesi. Undantakið verður landsstýrismaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum.
At sjey av teimum valdu fara úr tinginum og í landsstýrið ber við sær, at sjey, sum í fyrstu atløgu dumpaðu, nú fáa boð um at møta á tingi. Seks av hesum eru av bygd, og ein er úr høvuðsstaðnum. Talan er um eina kvinnu – úr høvuðsstaðnum – og um seks bygdamenn.
Í Fólkaflokkinum eru tað Rodmundur Nielsen í Saltangará, Joen Magnus Rasmussen í Leirvík og Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi. Ongantíð áður hevur Fólkaflokkurin havt so stóra politiska umboðan úr Eysturoy. Umframt Jógvan á Lakjuni vera Rodmundur Nielsen og Joen Magnus Rasmussen úr Eysturoy á tingi fyri Fólkaflokkin.
Rodmundur hevur verið eykamaður síðsta valskeið. Hetta er fyrsta ferðin, at Joen Magnus Rasmussen og Brandur Sandoy koma á ting, og úrslitið hjá báðum er merkisvert. Hvørgin hevur áður verið uppstillaður. Joen Magnus, sum er stjóri í Tavuni í Leirvík, fekk 255 persónligar atkvøður – ikki bara í Leirvík og Eysturoy – og Brandur Sandoy fekk 228 persónligar atkvøður. Fyrst og fremst í Sandoy, har atkvøðurnar í fólkafloksbygdini Húsavík hesa ferð fluttu til Brand Sandoy og frá Gerhardi Lognberg, sum so at siga lænti tær í 2008.
Í Sambandsflokkinum koma trý spildurnýggj fólk á ting: Eivin Jacobsen í Sørvági við 228 persónligum atkvøðum (197 úr Vágum), Reimund Langgaard í Leirvík við 168 persónligum atkvøðum og Jóna Mortensen í Havn við 161 persónligum atkvøðum. Reimund verður fjórða sambandsumboðið úr Eysturoy, har Alfred Olsen, Helgi Abrahamsen og Edva Jacobsen eru vald, og Eivin Jacobsen verður annað umboðið í Vágum, har Rósa Samuelsen býr. Sambandsumboðanin úr høvuðsstaðnum er lutfalsliga lítil. Umframt løgmann verður Jóna Mortensen næsta sambandsumboðið úr Havnini á landspolitiska pallinum.
Um Bill Justinussen verður landsstýrismaður, so kemur Karsten Hansen á ting. Hann var tólv atkvøður aftan fyri Bill á valinum 29. oktober, og Karsten var tann, sum átti flestar persónligar atkvøður, 416, uttan at verða valdur.
Royndirnar
Fyri einari viku síðani kom okkurt skeivt fyri, tá ið víst varð á, hvussu nógvar royndir politikarnir hava.
Tveir tingmenn eru, sum fyrstu ferð vórðu valdir í 1984. Teir eru Poul Michelsen, sum var tingmaður 1984-1990 og aftur síðani 2002, og Henrik Old, sum sat frá 1984 og fram til 2008, og sum nú er afturvaldur. Jenis av Rana hevur sitið á tingi síðani 1994, tá ið eisini Bjarni Djurholm fyrstu ferð varð valdur. Hann hevði verið varamður fleiri ferðir frammanundan.
Hvør skal vera tingformaður er partur av samgonguavtaluni. Tað hevur ljóðað, at Kári P. Højgaard skuldi verða nýggjur tingformaður. Soleiðis verður tað ikki. Sjálvstýrisflokkurin gongur ikki við til, at tign og løn á sama stigi sum hjá løgmanni skulu vera orsøk til, at flokkurin politiskt verður heilt vongbrotin, og størru flokkarnir halda seg eiga rættin til tignarliga sessin.
Fyri viku síðani varð tað nevnt í hesum teigi, at mest uppløgdu boðini til formanssessin eru Jógvan á Lakjuni og Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum og Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum. Tað verður ein av hesum, sum verður valdur, tá ið Poul Michelsen sum ellisformaður fyrrapartin í morgin fer at skipa fyri vali av formansskapi í nýggja løgtinginum.
Fjórða borgarliga samgongan er nú farin av bakkastokki. Kaj Leo og Jørgen skipa fyri flatskatti og hægri blokki, og nú endar greinarøðin um val og tøl í hesum umfari.
Punktum fyri hesi greinini varð sett seinnapartin hósdagin.
Talva
Borgarligar samgongur
Føroya Landsstýri 15. des. 1950 - 18. des. 1954
(Sambandsfl. og fólkafl.)
Kristian Djurhuus, løgm., sb.
Thorstein Petersen, lstm., ff.
- 1951-54: Hákun Djurhuus, lstm., ff.
Richard Long, lstm., ff.
Føroya Landsstýri 18. des. 1954 - 9. jan. 1959
(Sambandsfl., fólkafl. og sjálvstýrisfl.)
Kristian Djurhuus, løgm., sb.
Hákun Djurhuus, lstm., ff.
- 1957-59: Ole Jacob Jensen, lstm., ff.
Edward Mitens, lstm., sj.
Føroya Landsstýri 5. jan. 1981 - 10. jan. 1985
(Sambandsfl., fólkafl. og sjálvstýrisfl)
Pauli Ellefsen, løgm., sb. - Uttanlands-, ídnaðar- og arbeiðsmarknaðarmál
Olaf Olsen, vløgm., ff. - Fiskivinnu- og handilsmál
- frá 1983: Anfinn Kallsberg, lstm, ff.
Eilif Samuelsen, lstm., sb. - Skúla-, almanna- og orkumál
Páll Vang, lstm., ff. - Landbúnaðar-, heilsu-, samferðslu- og løgmál
Tórbjørn Poulsen, lstm., sj. - Fíggjar-, kommunu- og mentanarmál
Kelda: tinganes.fo