Fjøðurin, sum varð til fimm høsn

-<DPTAB>    <DPTAB>    Tað áhugaverda við søguni er, at fólk halda fast við, at tey hava hoyrt hana í Barnaútvarpinum. Og tað gera tey, hóast vit eru heilt vís í, at søgan ongantíð hevur verið at hoyrt í nakrari av okkara sendingum. Men hetta er jú eisini ein søga, sum er stuttlig at fortelja víðari, og av tí sama hevur hon verið fortald víðari um alt Føroya land. Men hon hevur einki sum helst við veruleikan at gera

Niðanfyri standandi orð eigur Kári Sólstein, sum saman við Katrini Nolsøe Joensen er vertur í Barnaútvarpi Føroya. Umtalaða søgan hevur einki sum helst við veruleikan at gera, men hóast hetta hevur hon gingið sum heitt breyð kring alt landið. Flest okkara hava óivað fingið fortalt søguna av onkrum, sum sigur seg kenna onkran, sum hoyrdi hana í útvarpinum. Men til teirra, sum enn ikki hava lagt oyru til søguna, seta vit hana her fyri fyrstu ferð á prent.
Her kemur søgan um søguna, sum eingin vil kennast við. . .
Berur íspuni
Kári Sólstein fór sær ein dagin oman í SMS í høvuðsstaðnum. Her hittir hann ein annan kendan mann, og teir báðir steðga á til eitt lítið prát. Eftir eina løtu spyr maðurin, um søgan veruliga er sonn. Kári veit einki um nakra søgu, og biður mannin fortelja sær meira. Tá hoyrir Kári fyri fyrstu ferð um søguna, sum hann seinni skuldi hoyra so nógv um.
- Sambært manninum skuldi eitt barn hava ringt inn til Barnaútvarpið, har eg sjálvur sat sum vertur. Eg skal síðani hava tosað um leyst og fast við hetta barn, og einaferð fortelur barnið, at pápin er úti og siglir. Sambært søguni sigi eg nú, at so skuldi verið gott pláss at balla seg hjá mammuni. Men til hetta svarar barnið, at tað fer illa at bera til. Tí har ballar gubbin seg!, greiðir Kári frá.
- Eg visti beinanvegin, at søgan var tann beri íspuni. Men hóast tað kundi eg flenna eitt sindur við manninum, tí søgan var jú skemtilig og fitt. Tað áhugaverda var, at maðurin helt fast við, at onkur av hansara kenningum hevði hoyrt søguna í Barnaútvarpinum. Og tað gjørdi hann, hóast eg greiddi honum frá, at søgan ongantíð hevði verið at hoyrt í okkara sendingum, sigur Kári.
Næsta dagin, tá Kári kemur aftur til arbeiðis, fortelur hann Katrini um søguna. Men tá hevur hon longu hoyrt hana frá onkrum øðrum, sum segði seg kenna onkran, sum hevði hoyrt hana.
Teir komandi dagarnar gekk søgan síðani frá manni til mann, og stutt eftir var hon at hoyra kring alt landið.
Nøvn sett á fólkini
- Í fyrstani hugsaðu vit, at søgan mátti fara at doyggja út av sær sjálvari. Tí ynsktu vit heldur ikki at geva henni stórvegis gætur. Talan var jú um eina skemtiliga søgu, har øll kundu kenna seg aftur, greiðir Kári frá.
Í tíðini eftir løtuna í SMS, har Kári fyri fyrstu ferð hoyrdu um søguna, vóru fleiri og fleiri fólk, sum steðgaðu vertunum í barnasendingunum og spurdu tey nærri um søguna.
- Vit avsannaðu hana sjálvandi, tí vit eru heilt vís í, at søgan ongantíð hevur verið at hoyrt hjá okkum. Men hóast tað hildu fólk fast við, at onkur av teirra kenningum veruliga hevði hoyrt hetta smábarnið í einari sending, sigur Kári.
Tann eina dagin hoyra vertirnir aftur um søguna, men hesuferð varð navn sett á fólkini, sum søgan snúði seg um.
- Áðrenn vit vistu, vóru ávís nøvn sett á fólkini. Tað ræðandi var bara, at talan var um ymisk nøvn ymsastaðnis í landinum. Tvs. ávísar at mammur ymsastaðni í landinum vóru lagdar undir, at barnið í søguni skuldi verið teirra barn, greiðir kendi barnaverturin frá.
Og sama dag gjørdu barnavertirnir av, at nú kundi Barnaútvarpið ikki longur standa modell til søguna. Komandi leygardag fór Kári tískil beinleiðis í luftina við einum boðum til Føroya fólk, har hann stutt og greitt avnoktaði allan slaturin.
- Tað stuttliga var, at eftir avsannanina í útvarpinum ringdu fleiri fólk til okkara. Talan var um fólk um alt landið, sum takkaðu okkum fyri, at vit høvdu tikið søguna so mikið álvarsamt, at vit valdu at fara í luftina at avsanna hana, sigur Kári.
Fjakkarasøga
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ósannar søgur hava gingið runt í Føroyum, og eisini Útvarp Føroya hevur roynt hetta nakrar ferðir gjøgnum árini.
- Vit liva jú í einum lítlum samfelag, har illa slepst undan slatri. Hetta kenna vit eisini frá okkum sjálvum. Tað ræðandi er bara, tá ávís fólk verða knýtt at eini søgu, sum als einki hevur við veruleikan at gera. Tí valdu vit eisini at avsanna hana í eini av okkara sendingum, greiðir Kári frá.
Sjálvur hevur hann verið vertur í barnasendingum gjøgnum fleiri ár, og enn hevur hann ongantíð upplivað, at børn hava sett hann í nakra stórvegis pínliga støðu.
- Onkur hevur sagt, at handan søgan jú lættliga kundi komið fyri í sendingum. Men sjálvur haldi eg ikki, at eitt barn hevði sagt soleiðis við meg. Vit hava ofta lyndi til at undirmeta børn, men tey vita væl, hvat er rætt og skeivt. Onkuntíð kunnu tey tó siga okkurt skemtilig, sum vit vaksnu síðani tillaga til okkara vaksna lív, soleiðis at vit kunnu flenna at tí. Men tað er ikki ætlanin hjá børnunum, heldur Kári.
Og við teimum orðum endar fjakkarasøgan, sum flestu av okkum hava undirhildið okkum við hendan kalda jólamánaðin.
Ein søga, sum óivað fyrst einans var tankar hjá onkrum, sum ímyndaði sær, at søgan kundi hent. Hesir tankar fóru víðari, og til seinast varð søgan søgd víðari sum veruleiki. Hetta, hóast hon einki hevði við nakran veruleika at gera.