Orð og myndir:
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Ov seinur á veg sum ikki einaferð var eg, brúdleypið frá náttini fyri í Róðrarneystinum á Agjum, har brúðurin var úr Hesti, og fittur partur av hestffólki var farin úr oynni, sat enn fast í beinunum. Eg var spentur upp á hendan fólkafundin, havi luttikið í fleiri fyrr, og tað sum gjørdi tað serliga spennandi hesuferð var, at bygdamaður mín og grannin Louis Houmann skuldi halda røðuna. Hann er longu byrjaður, nú vit eru komin niðan fyrstu brøttu brekkuna, og eg ergri meg, at eg ikki hoyri hvat hann sigur.
-Víða hvar um heim eru skørð, har mannagøtur ganga um. Rennir mær í huga Runsival og Runsivalstríðið.
Tá var blóð í Runsivali,
sum vant á sævarfoð
vilstir vóru tólvjavningar
hvør mót øðrum stóð
-So illa hevur ikki leikað á hesum stað, tó Gulbrandur gamli liggur grivin skamt her frá, fall hann niðri á Hellunum, so brandar hava gjelt her í námindini, segði Louis Houmann uppi á Skarðinum, meðan vit stríddu okkum niðan.
Vit knossa okkum niðan Spreingisbrekku, sum er tiltikin tung, og fleiri fólk eru ávegis. Tað eru fremmandafólk. Beint niðanfyri okkum í brúnni, har Klivin endar, stendur ein telefonpeli so einsamallur eftir. Telefonpelarnir vóru tiknir niður fyrst í sjeyti árunum, teir fylgdu bygdagøtuni og farbróður mín Petur Ejdesgaard av Marknagili í Oyndarfirði var við til at takan pelarnar niður. Hann syrgdi fyri, at hesin eini pelin stóð eftir, soleiðis at fólk altið kunnu finna Klivina, tí bratt og lívshættisligt er báðumegin hana. Onkur kemur av oyndfjarðarvegnum av ovasta svinginum, har er laggongt, men drúgvari. Her eftir gomlu bygdargøtuni eru eisini fleiri fólk. Onkur er frammanfyri okkum, og har niðri gongur Rutt hjá Anskar, sum er 68 ára gomul, búsitandi í Havn, men uppvaksin á Hellunum. Tað er ein øgilig kondi hon hevur. Hon er 18 ár eldri enn eg, og skjótt styttist millum okkum. Hon kemur sum ein fjøður niðan móti okkum og uppi á Skarði, langt frá okkum hevur Louis Houman tosað seg heitan. Tað hoyra vit einki til.
Og sæla barnaland
Louis røðar nú um barnaárini í Oyndarfirð. Mær er fortalt, at hann var rørdur, tá íð hesin parturin av røðuni kom út í frísku fjallaluftina upp í polarvøkstrinum millum hæddir:
-Sum smádreingir vóru vit sjálvir noyddir at evna flestu leikur, íð við nýttu og vit vóru kreativir. Tráður, bátar og skip vórðu evnað til, onkuntíð við góðari leiðbeining frá Poul Martin, bátasmiði, sum var barnavinur burturav.
-Seiðamurtaveiða og ikki at gloyma, tá íð sjósílini komu niðan at gýta. Vit høvdu Stórá og Laksá og uppi á Vatni, tað var nakað serligt, tí her var so nógv annað, fuglameingið, ryssan Perla, hesturin Svávur. At sita á rossabaki uttan saðil, bert faksið at halda í, tað vóru dagar.”
Vit ganga fram við torvheiðunum hjá Hellumonnum. Teir hava altíð verið raskir, sum allir niðursetumenn. Niðursetumenn vóru menn, sum tordu at bróta burtur úr nýggjum og teir høvdu meira drive og meira dirvi enn hinir sum gingu eftir í tí gamla og kenda. Søgan um føroysku niðursetubygdingar vísir hetta. Og ofta hava fólk í gomlu plássunum hug at tosa niður til niðursetufólkini, tí tey innast inni øvunda hesum framfýsnu fólkum, sum tora at fóta sær í óbygdum og tora at líta á egnan mátt og megi. Her standa toftirnar av fleiri grothúsum við stórum steinum langt upp í veggin. Sterkir vóru teir. Rutt minnist lív her uppi, tá ið hon var smágenta og fólk vóru í torvi og tað er í dag ein fullkomiliga farin tíð. Teir gomlu heilsa okkum ósjónligir í niðurdotnum kráum og aftur í benið á torvheiðunum, meðan vit streva okkum niðan á Skarðið og Louis Houmann er farin at samanbera nýggju tíðina við, tá íð hann var smádrongur.
-Í dag er tað handilsvinnan, íð stýrir barnaspælinum við leikum, teldum og videospølum við skotum og drápum, nú á døgum skulu børn hoyra og síggja alt. Máti skal vera við, hjá mær og mínum javnlíkum sóu vit 3-4 Geytafilmar, áðrenn vit vóru fyltir 14, nú eru fleiri filmar og teldospøl um dagin, kanska eru børnini í einum øðrum heimi um dagarnar, segði Louis Houman
Louis Houmann røðir uppi á Skarðinum og vit koma við sveitta brot niðan í móti. Eru nú sløttanum og vinda okkum niðan. Síggja beint yvir á Sandrókina, illa hevur ísurin fyri mongum túsund árum síðani tøssað hesa rók, ja, so illa at ikki grør græs enn í brekkuni niðanfyri hana. Tað tykist sum eitt forbannilsi hongur yvir hesi sandoyðimørk, sum er eins oyðin og bannaða fikutræið á Jesu døgum.
Ein alfaravegur
Louis er uppvaksin í Garðshorni millum fróðarfólk og ræðið liggur fyri hjá honum. Omma hansara í Garðshorni, Saloma, var fyrsti dramatikarin eg møtti, og ommusonurin líkist henni.
Hann er komin aftur til neytakonurnar sum gingu um Skarðið tvær reisur um dagin og er farin at røða um ta ferðslu, sum var her fyrr. Vit eru enn langt burtur og hoyra onki.
-Konufólk úr Fuglafirði gingu í fisk í Oyndarfirði aftur og fram fyri tvær krónur um dagin. Vit kunnu líkasum ikki ímynda okkum stríðið.
-Havi hoyrt, at tá íð farið var á fjall handan Skarð, fór fjallskipanin á Skarðið, mannaði seg, róku síðan oman á bakkan á Hellunum, har rættin stóð. Um heystið var skurðseyðurin síðani rikin sum haftseyður um Skarðið til Fuglafjarðar. Hagin var í felag. Skurðurin varð býttur í Fuglafirði og tað er drúgvført arbeiði. Tá íð býtt var fóru hellumenn aftur til gongu við seyðinum um Skarðið í nátarmyrkri til. Tað var ein langur fjalldagur hjá hellumonnum, segði Lous Houmann. Í hellubókini hja Helenu Samuelsen verður greidd frá feigdardegi á Hellunum, sum júst stavar frá tí sum Louis her umrøður.
Vit koma niðan undir Skarðið. Nú er bygdargøtan komin Rustarmegin og brúgvin omanfyri ber upp fyri. Vit síggja ikki fólkafundin enn, men hoyra røðaran og hann hevur tak á fólkinum. Ganga fram við eini keldu, sum spríkir beint undir skarðinum. Allarhelst er hon vígd, tað eru keldur fram við mannagøtum. Her er Guds náttúra, tá íð hon er reinast. Einsti farvegurin av fólki er niðurtrádda gøtan og so onkur rustaður kongur sum stavar frá gomlu telefonlinjuni. Og varðarnir fylgja okkum trúliga. Mentaðu fuglfirðingarnir hava fingið ung í arbeiði her fyri at laða teir upp aftur.
-Postflutningurin til Hellurnar, Oyndarfjarðar og Elduvíkar gekk um Skarðið og eg kann minnast Sofus og Fredrik í Liðanum, Hans Hendrik úr Áarstovu og Annfinn úr Elduvík og Dánjal á Bakka úr Oyndarfirði ganga við posti. Í samband við postflutningin havi eg hoyrt, at ein maður frá danska postverkinum kom higar at ganga postrutuna úr Elduvík til Fuglafjarðar í samband við áseting av løn til postberarar, segði Louis Houman, sum sjálvur eigur manga ferðina um Skarðið, tá íð hann gekk í Hoydølum í sekstiárunum, áðrenn vegurin kom til Oyndarfjarðar. Einaferð var veðrið so tøssut, at hann mátti læna undirklæðir frá Sofus bilstjóra, tá íð hann kom til Fuglafjarðar.
Dalabøndur
-Ein ferð, íð hevur fest seg í minnið var tá íð fleiri oyndfirðingar løgdu leiðina um Skarði til Fuglafjarðar at hyggja eftir sjónleiki. Hetta var á fyrsta sinni, at eg var til sjónleikaframførslu, og eg var 12 ára gamal. Eg gjørdist so hugtikin, at eg minnist fleiri brot enn, sjónleikurin nevndist Hjá Dalabóndum.
Vit nærkast Skarðinum. Nú hoyrist røddin á Loua klárari, men enn eru vit so mikið langt burturi, at vit skilja ikki orðini. Vit vita í hvussu er, at vit eru alt ov sein. Eg tivi og onki sæst til møði á Rutt. Hon er løtt sum ein hara. Røðan er bygd á eina yrking, ið Louis hevur yrkt og sum hevur verið prentað í bløðunum. Seinasta ørindi ljóðar soleiðis:
“Brádliga birtist søgumyndin
skeggsíðir menn við útróðrarskríni
neystahurðar upp á víðan vegg
sterkar hendur um toll og stokk
draga bátin eftir lunni á sjógv
stinga frá – setast til árar
nú ljóðar kingosálmurin
eins dragandi og rennisjógvur
hin almáttugi í rongini
-Vit kunnu lata hugin reika, hugsa um tey mongu í tráddu hesa gøtu um Skarðið, kvinnur og menn, børn, summi borin í leypi, skeggsíðir menn í koti og knæbuksum, hetta ella húgvu á høvdi, knív við lið, í húðaskóm, vóru eitt við foldina, kunnigir við tað heimliga, alheimurin var teimum fjarur, í haganum vóru søgur um teir fornesku, bóðu hin almáttuga verða sær við lið á leiðini og signaðu seg mørgun og kvøld, tá ið toran og veðurljós gingu.
-Hesar kvinnur og menn kundu eisini halda sær á gaman í dansitíðum, bátsgildum, neytakonugildum og vertskapi. Kærleikin og ástin trivust og tí standa vit her í dag.
Prestur loypti ólag í
Vit eru komin niðan á og hoyra Loua enda takka fjøldini fyri, at hon vildi lýða á. Tað var tað vit fingu við “live” av røðuni. Hann var so beinasamur at geva mær røðuna og tað er henni eg havi skrivað burtur úr í nátt.
Sangur ljómaði í fjøllunum og Frits Johannesen, sum eru hálvur oyndfirðingur, treiv í ein kingusálma, og sang hann so vakurt við síni veldugu rødd, at turr eygu vættust.
Her eru bara fuglfirðingar at síggja. Ikki ein tann einasti oyndfirðingur og so slett ongin hellumaður. Eru teir vorðnir púrasta ómentaðir handan Skarð, spyrji eg meg sjálvan. Oyndfirðingar eru kanska, men hellumenn eru umskiltir. Tað er prestur, Uni Næs, sum hevur loypt ólag í og sum hevur konkurerað við kunningarstovuna í Fuglafirði. Hann skuldi av landinum í summarfrí dagin eftir og tí hevur hann skundað eina gudstænastu í bønhúsinum á Hellunum, klokkan eitt, heilt uttanfyri vanliga kirkjutíð og tað var bert ein tíma áðrenn fólkafundurin á Skarðinum skuldi byrja, og alt hetta var gjørt fyri at fáa roknistykkið hjá presti at ganga upp í kallinum. Hellumenn eru umskiltir, tí teir kunnu ikki vera í tveimum støðum í senn og teir vilja hava gudstænastuna og tað breyð, sum Meistarin breyt, í tí nátt hann svikin varð.