Greinin niðanfyri, Fjarhitin fekk skorsteinar at hvørva, sum er úr blaðnum ORKUtrygd og løgd út á heimasíðuna hjá Fjarhitafelagnum:
Talan var um nýbrot á orkuøkinum, tá fyrstu veruligu hugsanirnar um at fáa fjarhita til høvuðsstaðin burtur úr avlopshita frá Sundverkinum komu fram í einum ummæli frá Orkuráðnum í 1980. Tað gingu tó meira enn 10 ár, áðrenn fyrstu sethúsini ovarlaga í Havnini og í Hoyvík vóru bundin í eina fjarhitaskipan.
Hetta hevði við sær, at nýggj sethús vóru bygd uttan skorstein, sum var ein óvanlig sjón í Føroyum tá. Tað bar boð um ein – eftir tátíðar mátistokki – grønari hugburð, tí avlopshiti frá bæði Sundsverkinum og Brennistøðini á Hjalla skuldi brúkast til fjarhita.
Fyrrverandi nevndarformaðurin í Fjarhitafelagnum, Sune Jacobsen, vísir á, at í roynd og veru var Fjarhitafelagið við til at skumpa undir ein grønari hugburð.
- Fjarhitaskipanin var sostatt heilt frá byrjan við til at tálma oljunýtsluni. Harvið er fjarhitin eisini orsøkin til, at hundraðtals færri skorsteinar eru í høvuðsstaðnum í dag, sammett við ta støðuna, at eingin fjarhiti var settur í verk, sigur Sune Jacobsen.
Krevjandi útbyggingar
Fyrrverandi nevndarformaðurin fegnast um týðandi menningina, sum er farin fram á fjarhitaøkinum í meira enn 30 ár – frá fyrstu íbindingunum tíðliga í 90’unum til desember 2023. Henda kalda desemberdagin í 2023 vóru 225 fjarhitakundar, sum búgva Undir Kongavarða, bundnir í restina av fjarhitanetinum. Tað var endin á einum sjey ára tíðarskeiði við umfatandi útbyggingum í fjarhitaskipanini árini 2016-2023.
- Henda útbyggingin er eitt tað størsta takið, sum er tikið á fjarhitaøkinum. Tað var gott at koma á mál og samstundis kunna staðfesta, at alsamt fleiri sethús, íbúðir og størri bygningar vóru knýttir í fjarhitaskipanina hetta tíðarskeiðið. Tað kunnu vit fegnast stórliga um, sigur Sune Jacobsen.
Hann metir tað hava stóran týdning, at stórir almennir bygningar knýta í fjarhitaskipanina, og tí er skilagott at halda fram við høvuðsleiðingini fra Fróðskaparsetrinum á Frælsinum og oman á Landssjúkrahúsið.
- Á henda hátt fáa m.a. eisini landsstovnar í høvuðsstaðnum gagn av fjarhitanum, sigur Sune Jacobsen, sum kortini ikki letur tað fara aftur við borðinum, at útbyggingarnar eru krevjandi fyri nógv fólk.
- Eg takki tí borgarum, vinnulívi og handilslívi fyri tolsemið, tá ið vit hava grivið høvuðsstaðin upp, og seinkingar hava verið í arbeiðinum, sigur fyrrverandi nevndarformaðurin í Fjarhitafelagnum.