Fjarskiftissamband við sjeymílaferð

Í sambandi við verkætlanina ?Tykissamfelag-Svínoy? hava svínoyingar fingið fjarskiftissamband á høgum tekniskum støði

Rúnar Reistrup


Fjarskiftissambandið millum húsini í Svínoy er við verkætlanini ?Tykissamfelag-Svínoy? gjørt til eitt tað mest framkomna, ið er at finna í landinum.

Á hvørjum húsi stendur ein lítil rund antenna, sum syrgir fyri at data kann flytast millum húsini við eini ferð, ið á teldumáli kallast 11 Mb/S ella ellivu megabit um sekundið. Til samanberingar kann nevnast, at ferðin á tí vanliga uppringda sambandinum, ið flestu føroysku internetbrúkarar gera nýtslu av í løtuni, liggur millum 40 og 50 kilobit um sekundið.

Fyri at vísa veruliga munin millum hesi bæði sambondini kann nevnast, at svíningar við sínum innanhýsis fjarskiftissambandi, kunnu senda ein miðalstóran MP3 fíl yvir til grannan uppá smá 3 sekund. Sum flestu internetbrúkarar munnu kenna til, tekur hetta munandi longri tíð við vanligum uppringdum sambandi.


Langtberandi tráleyst

Í sær sjálvum er tað einki serligt at kunna senda data ígjøgnum tráleyst samband við 11 Mb/S ferð. Tað serliga við útgerðini í Svínoy er, at til ber at senda data við hesi ferð um kilometur langar fjarstøður. Størsta fjarstøðan, ið sent verður um í Svínoy, er umleið ein kilometur.

Farodane, sum hevur veitt og sett upp útgerðina, ið nú bindur Svínoyarbygd saman við sjeymílaferð, brúkar sjálvt somu skipan til at samskifta millum høvuðsdeildina og skeiðdeildina, sum liggja í hvør sínum enda av Havnini.

Tað interna netið í Svínoy fer um ein servara, ið stendur í oynni, men verður stýrdur frá Farodane í Havn. Hesin servarin hevur fast samband við internetið ígjøgnum fasta fjarskiftiskápilin til Svínoyar. Við tí kapasiteti, sum er settur av til dataflutning á hesum kápli, er ferðin1 Mb/S, so hóast ferðin minkar nakað á veg úr Svínoy, so er talan um rættiliga skjótt samband, ið svínoyingar hava fingið í samband við KT-verkætlanina.