Fjepparakapping millum ÍF og EB/Streym

Nú finalan um Løgmanssteypið verður spæld í Klaksvík á fyrsta sinni, hevur fjepparafelagið hjá KÍ - Bláa Bylgjan - valt at gera nógv burtur úr finaluni, sum verður spæld klokkan 18 fríggjakvøldið á Injector Arena á Summarfestivalinum.

 

Bestu einstøku fjepparar fáa vinningar. Hetta kunnu verða fjepparar, sum gera nakað serligt burtur úr finaludegnum. Nakrir, sum skara framúr í áskoðarafjøldini og við - sjálvandi - góðum atburði.

 

Umframt einstaklingarnar fer ein útvald dómsnevnd hjá ?Bláu Bylgjuni? at velja besta fjepparafelagið á finaludegnum millum fjepparafelagið hjá EB/Streymi, sum nevnist ?Málið?, og fjepparafelagið hjá ÍF, sum nevnist ?Red Dragons?.

 

Dómsnevndin kemur at leggja dent á øll økir innanfyri fjepparahugburð og fjepparaatburð. Úr rúgvini kunnu nevnast: Fløgg, bannarar, andlitismáling, ljóðføri, klæðir í sama liti sum liðið og nýhugsan. Rasisma, hóttanir, fýrverk, fløskur, banniorð, persónlig útspilling/ágangur á dómarar/leikarar og annars ljótur fjepparasiður telir sjálvsagt niður í dømingini.

 

Føroya Bjór stuðlar við leskiligum vinningi, Summar Festivalurin við vikuskiftispassum og FSF við atgongumerkjum til A-landsdystin millum Føroyar-Serbia, so tað stendur nógv á, og stendur nógv uppá spæl hjá fjepparunum hjá ÍF og EB/Streymi.