Fjeppararnir skipa seg

FSF skrivar á heimasíðu sínari, at fjeppararnir hjá EB/Streymi og Víkingi hava gjørt av, hvussu teir skipa seg til steypafinaluna í morgin.

 

Víkingafjeppararnir fara at halda til í HB-skýlinum, meðan teir hjá EB/Streymi verða í B36-skýlinum.

 

So hjá Havnarfólki og ólavsøkugestum annars, eru bestu ráðini helst at seta seg í Bygdaskýlið, sum vestara skýlið ofta verður rópt í høvuðsstaðnum.