Hesi seinastu árini ,síðani 2018, hava fjúrtan kappróðrarfeløg kring landið fingið stuðul úr Róðrargrunni Føroya til at smíða nýggjar kappróðrarbátar. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Japur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann um hann um hann heldur, at tað er rættvíst, at tey róðrarfeløg, sum fáa størstu nyttuna úr Róðrargrunninum, eru tey feløgini, sum eiga allar bátastøddir og sum bara hava tørv á at fáa nýggjar bátar.
Jenis av Rana sigur, at síðani 2018, hava fjúrtan kappróðrarfeløg fingið stuðul úr Róðrargrunninum – minst eina ferð.
Tey fjúrtan feløgini eru:
Argja Róðrarfelag,
Froðbiar Sóknar Róðrarfelag,
Havnar Róðrarfelag,
Hvalvíkar- Streymnesar Róðrarfelag,
Kappróðrarfelagið NSÍ,
Kappróðrarfelagið Tindur,
Klaksvíkar Róðrarfelag,
Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag,
Miðvágs Róðrarfelag,
Róðrarfelagið Knørrur,
Sandavágs Ítróttarfelag,
Skála Róðrarfelag,
Sørvágs Róðrarfelag,
Sunda Róðrarfelag.
Men stuðulin er smábýttur og tað verða bara 100.000 krónur lætnar í stuðuli um árið – tilsamans. Eftir reglugerðini kann stuðul latast til nýggjar bátar, umframt til neyst, róðrarhyl, umframt at stuðul kann latast til skúlaróður og til at skriva føroyska róðrarsøgu.
Men tá ið Løgtingið hevur játtað pening til grunnin, hevur Løgtingið samstundis gjørt greitt, at »Endamálið við játtanini er at stuðla smíð av føroyskum kappróðrarbátum«. Stýrið fyri Róðrargrunnin hevur gjørt av at virða Løgtingsins vilja og einans stuðla feløgum, sum ætlaðu at smíða nýggjar kappróðrarbátar.
Jenis av Rana sigur, at tað hevur hann ongar atfinningar ímóti. Stýrið fyri Róðrargrunnin hevur eisini upplýst fyri landsstýrismanninum, at hesi seinastu árini eru nakrir bátasmiðir aftrat farnir at smíða kappróðrarbátar og tí fer talið á nýggjum kappróðrarbátum helst at vaksa.
– Tær 100.000 kr., sum grunnurin fær, fara tí ivaleyst at muna minni enn tær hava gjørt, og grunnurin sjálvur mælir tí til at hækka játtanina. Hetta er sjálvandi ein politiskur spurningur, ið kann verða viðgjørdur nærri, sigur Jenis av Rana.