Fløgan afturkomin

Fløgan við 17 sangum, sum 17 Sangarar úr Klaksvík syngja, er nú aftur at fáa, eftir at hon eina tíð hevur verið útseld

Fløgan hjá 17 Sangarum í Klaksvík hevur verið útseld eina tíð, men er nú aftur at fáa.

Fløgan, sum kom út til jólar í fjør, varð væl móttikin, og rættiliga skjótt útseld. Tí varð avgjørt at geva annað upplag út, og tað er nú á marknaðinum.

Flestu sangirnir, sum eru á fløguni, eru fosturlandssangir. Upptøkurnar hevur Útvarp Føroya gjørt, og eru tær frá árunum 1994 til 1998.

17 Sangarar eru bodnir til Danmarkar at luttaka á Nordvesten mentunnarstevnu, har danir, norðmenn og føroyingar fara at hittast.

Esisini fara sangararnir at syngja ymsastaðni í Danmark. Tey verða í Kristnastovu og Vartov kirkjuni í Keypmannahavn, umframt á Malta í Hirtshals.

Vitjað verður í Lemvig og Odense, sum er vinarbýur Klaksvíkar.

Danmarkarferðin verður frá 3. til 12 september.