Fløgu ummæli: Nørduta melodiøst

Bólkur: Rasmus Rasmussen

Fløguheiti: Poems in Sound

Plátufelag: Tutl

 

 

Fløgu ummæli

Jónheðin Tróndheim

 

Nýggja fløgan hjá Rasmusi Rasmussen, Poems in sound, er farin stillisliga aftur við borðinum. Hon kom út stutt fyri summar­frítíðina, so timingin kundi kanska verið eitt sindur betri, haldi eg. Men tað ger fløguna hvørki verri ella betri. Tað er bara orsøkin til, at eg ikki havi fingið stundir til at lurta eftir henni fyrr enn nú, heystið nærkast.

Lat okkum beinanvegin sláa fast, at hetta er ein stemningsfløga burturav. Tað er eitt sindur av tunglyndi yvir tónleikinum. Tung­lyndi?? Kanska, kanska ikki, men tað er tað, eg fái burturúr av at lurta eftir henni. Er tað ringt? Nei, tvørturímóti. Tað merkir, at Rasmus Rasmussen rakar nakað við tónleikinum. Og tað má vera betri, enn einki at raka.

Skuldi herfyri vísa tveimum italiumonum nakað av føroyskum tónleiki. Teir vóru komnir innar í ein fløguhandil í býnum, fyri at keypa júst hetta. Eg vísti teimum tað, eg kom í tankar um, og millum allar fløgurnar var hendan fløgan hjá Rasmusi. Teir lurtaðu og søgdu báðir í senn: Hetta er tað. Hetta er júst tað, vit leita eftir. Hetta er serføroyskt!

Hvat tað er, teir meintu við, tá teir søgdu serføroyskt, dugi eg sum føroyingur sjálvandi ikki at hoyra, tí tað er tað fremmanda oyra, sum avgerð, hvat tað serfør­oyska er fyri nakað. Vit kunnu bara nikka og siga, Ok, heldur tú tað???

Nú er Rasmus gittarspælari, og sjálvandi er alt merkt av tí. Men Rasmus er eisini meira enn tað; hann er forbiðið góður við gittarinum.

Fyrsta lagið á fløguni kallar hann »The Joy of Diana«, og tað er eisini tað lagið, sum tú fangar best, tí melodilinjan er rættiliga fangandi. Men sorgblíða huglagið er eisini har.

Næsta lagið kallast »Melan­choly«. Har er sjálvandi tað sorgblíða eisini við. Minnir nakað um at vakna ein gráan leygar­morgun, tá eingin er heima, og tú tímir einki - hvørki so ella so. Bara at liggja í sofuni allan dagin og keða teg. So fert tú uttar í køkin fyri at gera tær ein kaffimunn, men einki kaffi er eftir. Nakað soleiðis kenni eg tað, tá eg lurti eftir lagnum »Melan­choly«, sum hevur ein feitan stemning. Tunglyndi uttan nakra orsøk at vera tunglyntur. Tað manglaði bara kaffi. Men tað skal nógv til, fyri at fáa en gráan leygardag til nakað gott.

Restin av løgunum hava júst sama stemning. Og tað er faktiskt rættiliga feitt.

Hvussu er og ikki, so haldi eg, at fløgan hjá Rasmusi er tað, hon roynir at vera. Hvørki meira ella minni.

Fín fløga, Rasmus.