John Johannessen
Wild Child fer á pallin í heimbygdini um jóansøkuna. Bólkurin hevur heimstað á Tvøroyri, sum er vertur fyri jóansøkuni í ár.
Wild Child var í vár í studio Pegasus í Klaksvík. Har tóku teir upp eina stakfløgu, sum kemur á marknaðin í hesum døgum. Í hesum sambandi byrjar bólkurin eina ferð kring oyggjarnar, og fyrsta framførslan er á Tvøroyri í kvøld.
Wild Child kom sær av álvara fram til Prix Føroyar kappingina í 1997, og hava teir síðani verið eitt kent navn. Á stakfløguni eru 4 løg, ið umboða tónleikin hjá bólkinum, sum má sigast at vera melodiøsur rockur.
Tað er 3?arin í SMS, sum gevur nýggju fløguna við Wild Child út. Løg av fløguni hava longu verið at hoyrt í Útvarpinum og ikki minst á Atlantic Radio.
Teir, ið manna bólkin eru Pól Arni Holm, sang, Thorbjørn Lisberg, ljómborð, Trúgvi Strøm, guitar. Bassleikarin Tróndur Enni lesur tónleik í Íslandi, og er sostatt ikki heima. Ístaðin tekur Dagfinn Olsen sær av bassinum.
Væntandi hoyra fólk nýggju løgini hjá Wild Child, umframt nýggjari og eldri løg, tá Wild Child spælir til stevnudansin í TB-húsinum.