Flúgva sum vant í morgin

- Flogið verður sum vant millum Føroyar, Danmark og Noreg, men flogferðin til Íslands í morgin er útsett til týsdagin, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog.

Hann sigur, at tað veldst alt um veður og vind og styrkina í gosinum við Grímsvøtn í Íslandi. Myndugleikarnir í Íslandi hava stongt íslendska loftrúmið í morgin.

- Vit vænta annars vanliga ferðslu millum Føroyar og Danmark og Noreg í morgin. Men seinasta fráferðin til Keypmannahavn er flutt fram til klokkan 17.30, sigur Magni Arge.