Bæði í Famjin og á Sandi verða flaggdagshald sunnudagin, men í báðum støðunum, verða tiltøkini samantvinnað við eitt átak fyri rørslu. Í Fámjin verður flaggdagshaldið klokkan 15.00. har fer Arni Nielsen, lærari, at røða og Tvøroyrar Hornorkestur spælir. Møguliga fer sangkór eisini at luttaka. Aftaná bjóðar bygdarráðið øllum ein drekkamunn í Vesturhøll.
Í samband við flaggdagshaldið verður gongutúrur úr Øravík til Fámjins. Gangast kann eftir vegnum ella gjøgnum hagan um Valdaskarð.
Vegastrekkið er 9,4 km. Rennarar brúka einar 45-50 minuttir um túrin, men tá skunda tey sær ikki. Barnavognsfamiljur hava einar tveir tímar um túrin.
Øll byrja við Bønhúsið í Øravík klokkan 13.00, men bussar koyra gongufólkið yvirum aftur, tá haldið er liðugt.
Eisini á Sandi verður flaggdagshaldið klokkan 15. Har fer Eli Hentze, lærari, at røða og har verður felagssangur.
Tilhaldið bjóðar kakao, bollar og sodavatn.
Í sambandi við haldið, verður eisini flaggdagsrenning á Sand. Hon byrjar klokkan 16 og tá verður runnið ella gingið runt um Sandsvatn, ella so langt ein sjálvur sær seg føran fyri.
Eftir flaggdagsrenningina bjóða kommunan og Ungmannafelagið frukt og okkurt drekkandi í ungmannafelagshúsinum.
Og so heita sandingar eisini á tey, sum hava hund, um at hava teir innandura ella í minsta lagi í bandi.