Flaggdagurin fyllir 70 ár

Sunnudagin eru liðin 70 ár, síðan bretska hersetingarvaldið í Føroyum 25. apríl í 1940 góðkendi, at føroysk skip kundu sigla við Merkinum í húnar hátt. Stórur ivi valdaði um flaggspurningin, eftir at týskarar høvdu hertikið Danmark 9. apríl, og bretar høvdu sett herfólk á land í Føroyum 13. apríl. Amtmaðurin vildi ikki góðkenna føroyska flaggið, bretski konsulin ætlaði at lata føroyingar sigla við grønum og hvítum flaggi, men føroyingar kravdu at sleppa at sigla við Merkinum

Farnu vikurnar hevur nógv verið gjørt burturúr, at 70 ár eru liðin, síðan týskarar hersettu Danmark og Noregi 9. apríl í 1940, og bretar settu herfólk á land í Føroyum 13. apríl. Bretar kundu ikki lata Týskland hertaka Føroyar, og tí var Winston Churchill skjótur at kunngera í bretska undirhúsinum 11. apríl í 1940, at Bretland ætlaði at hertaka Føroyar og lata Danmark oyggjarnar aftur eftir krígslok.


Umboð fyri bretska hersetingarvaldið komu til Føroya longu 12. apríl í 1940. Tveir bretskir oyðarar komu stutt eftir døgurða hendan dagin inn um Borðuna og kastaðu akker kl. 12.30. Ein tíma seinni kom bátur í land við tveimum heryvirmonnum. Teirra ørindi vóru at hitta amtmannin, og tá teir komu á gátt hjá honum, var Kristian Djurhuus, løgtingsformaður, staddur har.


Bretsku yvirmenninir váttaðu inni hjá amtmanninum tað, sum Churchill hevði sagt í undirhúsinum, at Bretland ætlaði at hertaka Føroyar og lata tær aftur, tá Danmark var vorðið frælst. Bretarnir bóðu um, at myndugleikarnir í Føroyum fóru at fyrireika seg at taka ímóti 250 hermonnum í Havn og á Skálafirði, og at skipað varð fyri at sensurera telegraf, telefon og brævapost.


Dagin eftir, tann 13. apríl í 1940, kveittu fólk út í havsbrúnna at vita, hvussu var statt við bretsku hermonnunum. Klokkan 15.00 komu ein krússari, tveir oyðarar og tveir vápnaðir trolarar til sjóndar við Borðuna. Skipini stevndu inn á Havnina, har krússarin og báðir trolararnir løgdu stilt. Í land komu Sandall, oberstur, og nýggi bretski konsulin í Føroyum, Frederick C. Mason. Hersetingin í Føroyum var veruleiki.


Óvissa um umstøðurnar

Føroyingar fegnaðust um, at tað vóru bretar, sum komu til Føroya, og ikki týskarar, men hersetingin hevði við sær, at nógv óvissa tók seg upp um fleiri viðurskifti. Løgtingið mótmælti formliga, at Føroyar vórðu hersettar, tí tað vildi halda Føroyar uttanveltaðar í krígnum, men tingið ásannaði samstundis, at sum umstøðurnar vóru, var hersetingin í lagi.


Ivi tók seg upp um, hvørja heimild amtmaðurin hevði í landinum, nú sambandið við Danmark var kvett, og hvørja støðu løgtingið hevði. Frammanundan hevði løgtingið virkað ráðgevandi í lóggávuspurningum, og danski ríkisdagurin samtykti lógirnar. Nú fekk løgtingið heimild at samtykkja lógir, men amtmaðurin skuldi taka undir við teimum og kunngera tær.


Spurningurin um flaggið kom eisini á breddan. Flaggspurningurin hevði verið eitt heitt evni í fleiri ár, ikki minst í 1930, tá danski forsætisráðharrin, Thorvald Stauning, á Tingvøllum í Íslandi hevði kravt at fáa føroyska flaggið strikað, tí tað var ikki góðkent flagg. Rokið gjørdist ikki minni, tá tjóðskaparsinnaðir føroyingar svaraðu aftur á ólavsøku sama ár við at kvetta Dannebrog niður av tinghúsinum og hongja Merkið út av vindeyganum.


Summi føroysk skip høvdu siglt við Merkinum áðrenn 1940, tí tey høvdu hug til tess, men einasta alment góðkenda flagg føroyinga fyri 1940 var danska flaggið. Við hersetingunum í Danmark og Føroyum broyttust umstøðurnar tó fullkomiliga. Bretar vildu ikki, at føroyingar skuldu sigla við donskum flaggi, tí týski fíggindin hevði hersett Danmark. Teir kravdu tí, at føroyingar strikaðu Dannebrog.


Skipini strika Dannebrog

Fyrsta skipið, sum eftir hersetingina í Danmark strikaði danska flaggið, gjørdi tað av sínum eintingum. Hetta skipið var miðvágstrolarin "Nýggjaberg," sum Mortan J. Mortensen á Argjum førdi. Hann var komin norður um Pentlandsfjørðin, tá tíðindini um hersetingina í Danmark bórust 9. apríl, og strikaði beinanvegin Dannebrog. Í húnar hátt fór Merkið í staðin.


Tann 12. apríl í 1940 fór sluppin "Eysturoy" av Klaksvík til Aberdeen undir donskum flaggi. Skiparin, Hans Mikkelsen, greiddi frá, at tann 13. apríl komu teir suður ímóti Orknoyggjunum, har eitt bretskt vaktarskip steðgaði teimum. Yvirmenninir á vaktarskipinum bóðu teir strika Dannebrog, tí teir høvdu ikki loyvi at sigla við tí. Skiparin spurdi, um hann kundi vinda føroyska flaggið á stong, og tað var í lagi.


Leiðin gekk nú fyrst til Kirkwall í Orknoyggjum og síðan til Aberdeen, hagar "Eysturoyggin" sum fyrsta føroyska skipið við føroyskum flaggi á stong kom 16. apríl. Í Aberdeen spurdu myndugleikarnir, um føroyingarnir vildu hava føroyskt ella bretskt flagg. Teir vildu hava føroyskt. Síðan vórðu føroysk fløgg málað á síðuna, og flaggið umborð fór í land at seyma fleiri fløgg eftir. Øll føroysk skip, sum vóru í Aberdeen, fingu nú føroyskt flagg, um tey vildu hava tað.


Hermenn fagnaðu Merkinum

Trolararnir Tór 1 og Tór 2 vóru eisini í Aberdeen hesar dagarnar. Stýrimaðurin á Tór 1, Jóannes Árting, greiddi seinni frá, at 19. apríl varð føroyskt flagg málað á skipssíðurnar, og úr landi fingu teir føroyskt flagg. Allir mans umborð tóku húgvuna av høvdinum, tá flaggið varð heysað, og tá teir sigldu út, gjørdi øll manningin á einum bretskum herskipi honnør og rópti leingi livi fyri Føroyum og Føroya fólki.


Jóannes Árting greiddi frá, at fólk komu at taka í hondina á føroyingunum og ynsktu teimum til lukku við flagginum. Inni í krambúðum og á vertshúsum søgdu bretar, at tað var natúrligt, at føroyingar høvdu sítt egna flagg. Í Aberdeen var sostatt heilt greitt, skrivar Niels Juel Arge í 1. bindi av Stríðsárunum, hvørjum flaggi føroyingar skuldu sigla undir, meðan tað í Føroyum var ógreitt.


Í Føroyum noktaði Hilbert, amtmaður, fyri at lata føroyingar sigla við Merkinum, tí Danmark hevði ongantíð góðkent flaggið. Tann einans 26 ára gamli bretski konsulin, Mason, segði eisini í fyrstani, at føroyingar skuldu brúka danskt flagg. Men tann 18. apríl fór "Nýggjaberg" norður til Bjarnoynna at fiska, og hann heysaði av sínum eintingum føroyska flaggið, tí hann helt tað vera tryggast.


Tveir dagar seinni boðaði amtmaðurin bretska konslinum frá, hann vildi ikki gera ímóti reglum og fyriskipanum hjá hersetingarvaldinum, sum kundu koma tryggleikanum hjá skipunum í vanda. Samstundis gjørdi hann tó greitt, at hann vildi hava eina skipan at galda, sum ikki broytti Føroya støðu í ríkinum, tá viðurskiftini komu í rættlag aftur.


Tann 22. apríl væntaðu føroyingar, at amtmaðurin fór at kunngera, at føroysk skip skuldu sigla undir føroyskum flaggi. Men tað einasta, hann segði, var, at skipini skuldu skriva Føroyar á skipssíðuna í staðin fyri Danmark. Sama dag boðaði Mason so amtmanninum frá, at boð vóru komin úr London um, at danskt flagg kundi ikki góðtakast longur, men legði aftrat, at møguliga kundi annað flagg enn tað føroyska brúkast.


Uppskot um grønt flagg

Skip, sum skuldu avstað, høvdu fyri neyðini at vita, hvørjum flaggi tey skuldu sigla við, og tann 23. apríl fór trolaraskiparin, Esmar Fuglø, at spyrja bretska konsulin, hvussu vorðið var við spurninginum. Mason svaraði, at spurningurin fór at verða avgreiddur um fáar dagar, og at ætlanin var at nýta eitt grønt flagg við hvítum krossi. Uppskotið um grøna flaggið átti Mason sjálvur.


Um kvøldið hendan sama dagin var fundur í teirri serligu krígsnevndini hjá løgtinginum. Har setti Thorstein Petersen, formaður í Fólkaflokkinum, fram uppskot um, at føroysk skip skuldu sigla undir føroyskum flaggi. Andrass Samuelsen, formaður í Sambandsflokkinum, skeyt upp, at Dannebrog skal brúkast sum higartil, og at merkingin á føroysku skipunum skuldi broytast frá Faroes til Føroyar.


Fyri uppskotinum hjá Andrassi Samuelsen atkvøddu hann sjálvur og Petur Mohr Dam, formaður í Javnaðarflokkinum, í fyrstu syftu. Í aðru syftu atkvøddi Petur Mohr Dam saman við Thorsteini Petersen og Louis Zachariassen, formanni í Sjálvstýrisflokkinum, fyri uppskotinum hjá Thorsteini Petersen um, at skipini skuldu sigla við føroyskum flaggi.


Um middagsleitið 24. apríl fór bretski konsulin so at hitta Hilbert, amtmann, um flaggspurningin. Amtmaðurin endurtók, at hann kundi ikki góðkenna annað flagg enn Dannebrog, men greiddi samstundis frá, at hann undir mótmæli vildi útinna øll tey boð, sum bretska stjórnin gav honum viðvíkjandi fløggum og øðrum spurningum.


Flaggið loksins góðkent

Millum manna frættist onki við vissu um, hvat var vási í flaggspurninginum. Okkurt hoyrdist um, at grøna flaggið var felt, men at amtmaðurin var ikki at vika. Ungmannafelagið Merkið boðaði tí til almennan fund á Tinghúsvøllinum 24. apríl kl. 20.30, har Jóannes Patursson segði frá, at fyrireikararnir høvdu sett saman eina áheitan á amtmannin um at lata føroysk skip sigla við Merkinum.


Jóannes Patursson heitti á mannfjøldina um eins og krígsnevndin at taka undir við føroyska flagginum, tí amtmansins støða at mótmæla øllum fløggum uttan Dannebrog førdi Føroyar beint í kríggið, og hendan støðan var ikki at fata. Hann helt eisini, at um kongur Danmarkar visti um støðuna, hevði hann onki havt ímóti, at føroyingar flaggaðu við Merkinum.


Av Tinghúsvøllinum varð farið bæði til amtmannin og bretska konsulin við samtykt um, at føroyska flaggið skuldi nýtast. Mannfjøldin taldi 7-800 fólk. Amtmaðurin mótmælti framvegis, men bretska konsulin rein mótmælið við, tí dagin eftir, tann 25. apríl í 1940 kl. 17.00, sendi Mason amtmanninum bræv um, at avgerðin um flaggið var fallin. Føroysk skip skuldu sigla við Merkinum og merkjast Faroes, Føroyar ella Færøerne.


Mason gjørdi hetta, tí samtyktin í krígsnevndini, mótmælisfundurin og skrúðgongur høvdu sannført hann um, at føroyingar av innastu sál vildu hava skipini at sigla við Merkinum. Amtmaðurin boðaði nú frá, at hann fór at gera eftir boðunum, men føroyingar frættu tíðindini um góðkenda flaggið í BBC, sum á øllum heimsins høvuðsmálum boðaði frá, at føroysk skip nú sigldu undir føroyskum flaggi.


Tíðindini vórðu væl fagnað um landið, og fólk stevndu til fundar á Tinghúsvøllinum, haðani fagnaðargonga við fløggum fór út í Rættará til bretska konsulin. Steðgað varð uttan fyri høvuðsstøðina hjá hersetingarvaldinum, har føroyski og bretski tjóðsangurin vórðu sungnir. Síðan varð aftur farið á Tinghúsvøllin, har heitt varð á mannfjøldina um at minnast 25.. apríl sum flaggdag Føroya.


Og sunnudagin hevur 25. apríl so verið flaggdagur Føroya í 70 ár.


Keldur:

Stríðsárini, 1. bind, 1985, Niels Juel Arge

Merkið, 1980, Niels Juel Arge

Løgtingið 150, 1. bind, 2002, Hans Andias Sølvará


Denne mail er blevet scannet af www.comendo.dk <http://www.comendo.dk> og indeholder ikke virus!