Tað er ikki fallið í góða jørð hjá komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, at tað verður flaggað á hálvari stong hin 20. januar, tá hann verður tikin í eið sum forseti.
Av tí, at fyrrverandi forsetin, Jimmy Carter, herfyri andaðist, flagga almennir bygningar í USA á hálvari stong í 30 dagar.
Soleiðis verður eisini á degnum hin 20. januar, tá Donald Trump verður tikin í eið, og hetta heldur komandi forsetin ikki nógv um.
- Eingin fer at síggja hetta, og eingin amerikanari kann vera nøgdur við hetta, skrivar Donald Trump á sosiala miðlinum, Truth Social, í dag.
- Tey elska ikki USA; tey elska bara seg sjálvi, leggur hann aftrat.
Í USA er siðvenja, at almennir bygningar hava flaggið á hálvari stong í 30 dagar, eftir at ein fyrrverandi forseti leggur árarnar inn.
Jimmy Carter, sum var amerikanskur forseti árini 1977-1981, doyði hin 29. desember, og tískil verður flaggað á hálvari stongd í USA fram til seint í januar.
Donald Trump heldur, at nú hann skal takast í eið, kann undantak gevast frá hesi siðvenju, men samskiftisfólkið í Hvítu Húsunum, Karine Jean-Pierre, sigur kortanei.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.