Flata kaninin ein av bestu bókunum hesa øldina

Amerikanska, bókmentaliga tíðarritið Kirkus Reviews hevur kunngjørt sín lista yvir tær bestu bøkurnar higartil í 21. øld

Bókadeildin skrivar at The Flat Rabbit er á listanum, hetta er enska týðingin av Fløtu kaninini eftir Bárð Oskarsson, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2011. Marita Thomsen týddi úr føroyskum, og Owlkids Books gav bókina út á norðuramerikanska marknaðinum í 2014. Hetta sama árið ummælti Kirkus Reviews ensku týðingina, har tey m.a. skrivaðu, at søgan er hugvekjandi og leggur upp til samrøður um deyða og tilveru eins og amerikanski klassikarin The Dead Bird eftir Margaret Wise Brown.

 

Flata kaninin er søgan um ein hund og eina rottu, sum finna eina kanin, ið liggur fløt sum ein pannukøka á vegnum. Skulu tey bara ganga framvið og látast sum einki, ella kann ein kanin brúkast til okkurt? Hundurin og rottan vita eina loysn, so sjálvt flatar kaninir kunnu koma til sín rætt!

 

Í ummælinum skrivar Kirkus Reviews, at hóast myndevnið er ein árend kanin, so eru løttu pastellmyndirnar kortini ikki groteskar. Bókin vekir tankar um lív eftir deyða á ein dámligan og fittligan hátt við tí, at hundurin og rottan vilja geva kaninini eina uppliving, hon ikki fekk, tá ið hon var á lívi.

 

Flata kaninin er mest týdda bókin eftir Bárð Oskarsson og er útgivin í m.a. Bretlandi, Norðurlondum, Suðurkorea, Norður- og Suðuramerika og Týsklandi. Harumframt var hon í uppskoti til bæði Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins og Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins í 2014.