Samgongan hevur nú endaliga samtykt uppskotið um flatskatt.
18 atkvøddu fyri, ein var blonk og 14 vóru ímóti.
Tað merkir, at tað var ein tinglimur í samgonguni, sum ikki atkvøddu fyri, men vit hava ikki fingið váttað, hvør tað var.
Jenis av Rana vildi annars hava ætlanina um flatskatt aftur í fíggjarnevndina.
Tað vildi hann tí andstøðan hevur skotið upp at útseta málið í eitt hálvt ár.
Tað tekur Jenis av Rana sum eina útrætta hond, sum samgongan eigur at taka ímóti, tí andstøðan vísir ikki sjálvari ætlanini frá sær sum so.
Hann vil eisini tosa um møguleikan at broyta barnafrádráttin til eitt kontant útgjald til foreldur í staðin.
Men meiriluti varð ikki fyri at fáa málið aftur í nevnd og tað endaði so við, at flatskatturin er endaliga samtyktur.