Síðani vit fingu flatskatt, er tað lættari at fáa fólk at arbeiða yvir.
Tað staðfestir Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Felagið hevur spurt nakrar fyritøkur hvørja ávirkan skattalættin hevur havt fyri møguleikarnar at fáa arbeiðsmegi og um hugurin hjá fólki at arbeiða meira, er vaksin.
Virkini, sum eru spurd, umboða allar vinnugreinar og talan er um bæði stórar og smáar fyritøkur.
- Flestu fyritøkurnar siga, at tað er lættari at fáa fólk at arbeiða, og at tað nú eru fleiri, sum bjóða seg fram, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
- Serliga vísir tað seg, at tey, sum eru í arbeiði, eru grammari eftir at fáa fleiri tímar.
- Samstundis er tosið um, at tað ikki loysir seg at arbeiða yvir, manað í jørðina.
Tað eru tó eisini nakrar fyritøkur, sum ikki merkja mun, serliga fyritøkur við væl útbúnari arbeiðsmegi.
Fyritøkurnar siga, at tær hava ikki merkt, at flatskatturin hevur gjørt tað lættari at útvega væl útbúgvin starvsfólk.
- Tað kemur helst helst av, at fyritøkurnar ikki hava havt tørv á at seta útbúgvið fólk í starv í løtuni, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Men samstundis siga fyritøkurnar eisini, at tær merkja, at eftirspurningurin eftir vørum og tænastum er øktur.
- Hetta er galdandi bæði fyri handilsvinnuna og handverksvinnuna.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at nú vit hava fingið flatskatt, er tað avgerandi, at skattaaskipanin ikki verður broytt aftur nú, men at hon sleppur at standa sína roynd fyri at vita, hvussu hon fer at roynat í longdini