Flatskatturin skapar fólkavøkstur

Hanus Samró, Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin
----
Síðan flatskatturin varð sett­ur í gildi 1. januar í 2012, er gongd komin á fólka­vøkst­urin. Í vikuni boðaði Hag­stovan frá, at fólkatalið í Føroyum vaks við 144 fólkum. Fyri nøkrum mánaðum síð­ani boðaði sami stovnur frá, at fólkatalið vaks við 114 fólkum. Sostatt kunnu vit siga, at flatskatturin byrjar at gera um seg, tí nú loysir tað seg aftur at arbeiða í Før­oyum.

Arbeiðsloysið
Tað er ikki bara sloganið hjá fólkaflokkinum, ið sigur, at tað skal loysa seg at arbeiða, men vanligi føroyingurin merk­ir veruliga, hvussu tað aftur loysir seg at ar­beiða. Fyrr høvdu vit eina skatta­skipan, ið revsaði tey, ið ar­beiddu nakrar tímar eyka, men við flatskattinum er tað arbeiðstakarin, ið fær peng­arnar. Hetta síggja vit aftur í arbeiðsloysistølunum, har arbeiðsloysið er lækk­að úr 6,7% undir gomlu skatta­skipanini niður á 3,7% undir nýggju flatskattaskipanini. Tað løgna av øllum er, at flat­skattaskipanin er rímiliga pro­gressiv, har tey, ið tjena mest, rinda í pengum og pro­sentum lutfalsliga meir enn tey, ið tjena minni. Ímyndið tykkum, hvussu lágt arbeiðs­loysið hevði verið, um vit høvdu ein fullkomiliga flatan skatt!


Marknagilsdepilin
Arbeiðið við at byggja markna­gilsdepilin gongur eisini sína gongd. Vit, sum búgva í høvuðsstaðnum, síggja dag og dagliga, hvussu bygn­ingurin tekur skap. Um alt gongur eftir ætlan, verður hann tikin í nýtslu fyrsta skúladag í 2016. Leingi er tað, ið væl skal vera, sigur eitt føroyskt orðatak, tí tað tók nevniliga nøkur ár, áðr­enn politiska skipanin fann neyðugu pengarnar, men nú verður bygt av øllum alvi. Hetta hevur sjálvandi ávirk­an á arbeiðs­loysið, tí verk­­­ætlanin krevur nógva ar­beiðs­megi. Í so máta eigur and­­støðan eisini síni lut í lága arbeiðs­loysinum. Tá tað er sagt, er tað eingin ivi í, at flat­skatturin er orsøkin til fólka­vøksturin, tí nú velja føroy­ingar at arbeiða í Føroyum heldur enn í útlondum, tí tað loysir seg aftur at arbeiða.