Nú er bíðitíðin av hjá øllum teimum mongu, sum hava trákkast eftir einum nýggjum musikkskúla í Havn.
Tað staðfestir Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.
Í gjárkvøldið skuldsetti nevndin fyri musikkskúlan annars Tórshavnar býráð fyri at súlta málið.
- Verkætlanin hevur verið á skrá til fleiri býráðsval, og flestu politikkarar hava sagt seg vilja arbeiða fyri verkætlanini - í hvussu er í valstríðnum, sigur Malan Thomsen, forkvinna í nevndini í almennum brævi til býráðið.
Vegna nevndina vísir hon á, at eitt upopskot er klárt. Men einki hendir og nevndin fær ikki samband við Tórshavnar kommunu, hvørki politikarar ella umsiting og tí ber ikki til at hjá teimum at fáa kunning ella fund um málið.
- At Býráðið og umsitingin ikki vilja samskifta og kunna um eitt so stórt og týdningarmikið mál er ikki sørt ófrættakent, sigur hon.
Nevndin reisir tí spurningin um Tórshavnar Býráð yvirhøvur ætlar at gera skúlan, ella um politikararnir bara bara brúka hetta til at sóla sær í.
- Í fleiri førum hava býráðspolitikkarar lovað, at nýggi musikkskúlin skuldi standa klárur innan fá ár, sigur nevndin fyri musikkskúlan.
- Nógvur skattapeningur er longu brúktur til verkætlanina, og harafturat tíð og orka hjá musikkskúlanum sjálvum, arkitektum, fylgibólki, musikkskúlanevnd og umsitingini í Tórshavnar Býráði.
- At einki hendir er ein vanvirðing av teimum, sum undir sera vánaligum umstøðum royna at gera eitt dygdar arbeiði við at geva komandi ættarliðum gott í beinið, sigur nevndin
|
- Tað er gjørt í neyvum samstarvi við allar partar á økinum, eisini í neyvum samstarvi við Musikkskúlanevndina.
Helena Dam á Neystabø sigur, at nevndin fyri Musikkskúlan verður boðin til fundar beint eftir páskir, og tá verður eisini farið til verka at byggja ein nýggjan Musikkskúla í Havn.