Ringa veðrið, sum herjar kring alt landið hetta gamlaárskvøld, hevur fingið fleiri nýggjársnevndir at umhugsa nýggjárshaldið í sínari bygd. Longu fyrradagin boðaðu fyrireikararnir av bálinum á Glaðsheyggi í Havn frá, at hetta nýggjársbálið varð avlýst.
Nú boðar nýggjársnevndin í Hvalba frá, at nýggjárshaldið í Hvalba eisini er avlýst. Hetta veri seg faklagonga, bál og fyrireiking til bálið.
- Nýggjárshaldið, sum skuldi verða á miðnátt í kvøld, er avlýst fyri veður. Nýggjárshaldið verður í staðin útsett til í annaðkvøld klokkan 21:00, skrivar nevndin. Men Roynhøllin verður tó opin í nátt, har livandi tónleikur verður á skránni.
Sama skilið er í Sandvík, har faklagongan og bálið eru avlýst. Og í Vági eru faklagongan og bálið, sum plagar at vera fyri børn í Sjagagarði, eisini avlýst.
Stóra nýggjárshaldið í Vági, sum er á midnátt, er tó ikki avlýst. Nýggjársnevndin í Vági skrivar, at sum nú er, heldur man fast við skránni eins og vanligt, tó so er vandi fyri, at broytingar koma, um veðrið ikki verður frægari. Tað verður lýst við hesum á Facebook síðuni hjá Nýggjárshaldinum í Vági.
Í Sumba umhugsar mann støðuna í løtuni, men hóast eingin almenn avlýsing er komin enn, so eru útlitini ikki góð fyri, at bálið verður til nakað.
- Tað er ein spurningur, um tað verður nakað bál í Sumba í ár. Vit fara nokk at skjóta fýrverk, men tað verður allarhelst ikki veður fyri faklagongu ella at brenna bál. Vit taka støðu til tað um 23 tíðina. Vit hava alt liggjandi klárt, um tað verður veður til tað, men útlitini eru ikki til tað í løtuni, sigur André Kjærbo, næstformaður í nýggjársnevndini í Sumba.
Soleiðis er tað eisini á Tvøroyri. Fyrireikararnir av nýggjársbálinum og fýrverksshowinum í Trongisvági boða frá, at endalig støða til kyndlagongu, bál og fýrverk, verður tikin í seinasta lagi kl. 22:00 í kvøld.
- Øll tey smáu bálini eru avlýst, men eingin avgerð er tikin um tað stóra bálið enn. Nýggjársnevndin tekur støðu til tað um 22 tíðina, sigur Anfinn Leo frá Tvøroyrar Sløkkiliði.