Fleiri dagstovnapláss og hægri normering

Tjóðveldi hevur hesi broytingaruppskot til fíggjarætlan fyri 2023, ið skal samtykkjast á býráðsfundi hóskvøldið 24. november

Foreldur sleppa ikki til arbeiðis tí, at umleið 160 børn eru á bíðilista til vøggustovu- ella barnagarðspláss. Hetta er ein kjarnutænasta, ið meirilutin onki ger fyri at loysa. Tí er neyðugt at útvega fleiri dagstovnapláss alt fyri eitt.

 

Tí skjóta vit upp at byrja arbeiðið við at fyrireika at byggja ein nýggjan dagstovn til uml. 100 børn. Í 2023 skal avgerð takast um staðseting og fara undir projektering. Til hetta skulu avsetast 2 mió. kr.

 

Farið eigur alt fyri eitt undir at byggja uppí verandi stovnar, har tað ber til, so nýggj pláss kunnu útvegast skjótt. 15 mió. kr. verða settar av til hetta.

 

Eftir fakligum tilmæli samtykti eitt samt býráð í november í 2020 at hækka normeringina á dagstovnaøkinum við 36 mió. komandi árini, - ella við uml 8 mió. árliga komandi 4-5 árini. 13 mió. kr. eru settar av til hægri normering síðan samtyktina, og 8 mió. kr. eiga at verða settar av í 2023.

 

HÆKKA BARNAFRÁDRÁTTIN Frá 8000 kr. til 10.000 kr. pr. ár fyri hvørt barn

 

2 MIÓ. KR. TIL AT REISA STANDMYND AV ANDREU ÁRTING

 

18 MIÓ. KR. TIL AT SETA FERÐ Á ARBEIÐIÐ VIÐ ÁTØKUNUM Í ORKUPOLITIKKINUM

 

Tjóðveldi í Tórshavnar býráði,

 

Gunvør Balle, Jákup Dam, Annika Olsen og Elsa Berg