Samfelagshjólini mala so skjótt sum sjáldan áður og úr er at gera, og við árslok var arbeiðsloysið komið niður á 2,2%, sum er tað lægsta í 10 ár – síðani árslok í 2008.
Á ársfundinum í dag legði Magni á Deild Olsen, stjóri, roknskapin hjá ALS fram.
Hóast nógva virksemið og lága arbeiðsloysið, so vóru tað oman fyri 1.100 fólk, sum mistu arbeiðið í 2017. Talið kann tykjast høgt, men er kortini lægri enn árið frammanundan, og talið hevur verið støðugt lækkandi seinastu sjey árini.
Góða gongdin í samfelagnum sæst eisini aftur í fíggjarviðurskiftunum hjá Arbeiðsloysisskipanini, og fíggjarliga royndist 2017 væl. Inngjøldini vóru tey hægstu, síðani ALS varð stovnað í 1992, og samstundis var samlaða útgjaldið av arbeiðsloysisstuðuli avmarkað og tað lægsta síðani 2008.
Ársúrslitið gjørdist eitt avlop á 124,6 milliónir krónur, sum er tað mesta í søgu ALS.
- Úrslitið í 2017 ger, at samlaða avlopið, síðani gongdin vendi fyri fýra árum síðani, er komið upp á 273,1 milliónir krónur, og skipanin er harvið styrkt væl fíggjarliga. Enn er tó nakað eftir á mál at vinna hallini tey fýra árini 2010 til 2013, sum samanlagt vóru 396 milliónir krónur, inn aftur, stendur í ársfrágreiðingini.
- Tað er at fegnast um, at úrslitið í 2017 gjørdist so gott, tí skal skipanin hava neyðuga fíggjarliga máttin at standa ímóti við, tá tíðirnar aftur fara at versna, er tað alneyðugt at styrkja skipanina, nú hákonjunkturur er, og arbeiðsloysið er lágt, skrivar ALS.
Stýrið fyri ALS hevur sett sær sum mál, at Arbeiðsloysisskipanin skal javnviga fíggjarliga, tá arbeiðsloysið er millum 4,25% og 4,50%. Hetta markið hevur støði í søguliga arbeiðsloysinum og merkir, at tá arbeiðsloysið er niðanfyri 4,25% til 4,50%, skal skipanin hava avlop, meðan hon hevur hall, tá arbeiðsloysið fer upp um 4,50%.
- Broytingar vórðu gjørdar í skipanini í 2015, har millum annað inngjaldsloftið varð hækkað, eins og aðrar broytingar eisini vórðu framdar. Hesar broytingar hava fingið fullan virkna, og til ber at staðfesta, at við verandi fyritreytum er málið at tryggja langtíðarhaldførið hjá Arbeiðsloysisskipanini mest sum rokkið, skrivar leiðslan.