Norska kringvarpið NRK veit í dag at siga, at fleiri enn 20 russisk fiskiskip í løtuni liggja og kroka inni á norskum firðum og sundum.
Skipini liggja í bólkum í Tromsø-økinum, við Hammerfest og Kirkenes.
Høvuðsstøðin hjá norsku verjuni (FOH) váttar yvirfyri NRK, at skipini liggja í røðum, har tey eisini geva hvørjum øðrum lívd.
Øll útlendsk skip, sum ferðast á havleiðum uttanfyri sjómarkið, kunnu søkja sær lívd inni á norskum firðum og sundum í ringum veðri.
- Skip, sum soleiðis liggja og kroka, eru undir norskum eftirliti, sum merkir, at skipini hava skyldu at fylgja norskari lóg og hava skyldu til at lata seg kanna, um tað er ynskiligt.
Á høvuðsstøðin hjá norsku verjuni verður lagt aftrat, at hetta er ein vanlig støða, tá illveður er fram við norsku strondini.