Sambært tíðindastovuni AFP eru nú fleiri enn fimm milliardir skamtar brúktir kring heimin.
Men, tað er stórur munur á landafrøðiliga, hvussu nógvir skamtar eru brúktir í ymisku heimspørtunum.
Í ríku londunum er eitt stórt tal av fólki liðugt koppsett, men í fátæku londunum - og tá serliga í Afrika - eru tey nóg illa komin í gongd við at koppseta sínar borgarar.
Í Heimsheilsustovninum WHO halda tey tað vera skakandi, at munurin millum ríik og fátæk lond er so stórur, tí tað er bert í fýra afrikanskum londum, at tey higartil eru rokkin sínum koppsetingarmáli.
- Í fleiri enn 140 av heimsins londum hava í minsta lagi 10 prosent av fólkinum fingið koppseting. Men, í okkara heimsparti eru tað bert fýra lond, sum hava megnað at hildið sína koppsetingarætlan.
Tað segði leiðarin í Heimsheilsustovninum, Tedros Adhanom Ghebreyesus, í gjár, tá hann hevði talgildan fund við heilsumálaráðharrarnar í Afrika.