Í minsta lagi 100 fólk - og onkrar keldur siga 113 - lótu lív, tá eldur kyknaði í einum brúdleypssali í Al-Hamdaniya-økinum í Irak.
Umframt tey mongu, sum lótu lív, fingu 150 onnur løstir.
Al-Hamdaniya-økið liggur í Nineveh-fylkinum har norðuri í Irak. Varaguvernørurin í økinum, Hasan al-Allaq, sigur við Reuters, at 113 fólk eru staðfest deyð.
Ríkisriknir miðlar siga, at talið av deyðum í minsta lagi er 100.
Sagt verður, at stórur partur av fólkinum í økinum, sum liggur nakrar kilometrar í ein útnyrðing úr høvuðsstaðnum, Bagdad, eru kristin.
Lokalir myndugleikar stúra fyri, at talið av deyðum fer at veksa.
Eldurin kyknaði í einum stórum sali, eftir at fýrverk varð skotið í sambandi við brúdleypsveitsluna.
Tíðindastovur siga, at bæði samveldismyndugleikar og kurdiskir myndugleikar hava sent sjúkrabilar og heilsustarvsfólk til býin.
Ógvusligi eldurin stóð út úr salinum.
- Tey, sum megnaðu tað, sluppu út, meðan onnur sótu føst. Øll eru í knúsi, sigur Imad Yohana, sum slapp út úr logandi brúdleypssalinum við lívinum.
Tíðindastovan Reuters ber hesi tíðindi úr Irak í morgun og millum miðlarnar um okkara leiðir, sum endurgeva, er eitt nú tíðindastovan, NTB.