Fleiri enn túsund vóru í føðingardegi

Tvey hundrað ára føðingardagurin á Syðradali heldur fram fyrrapartin í dag, nú tað verður útiguðstænasta

Tað var eitt plettskot av teimum heilt stóru, tá ið tey á Syðradali í gjár fagnaðu og fegnaðust um tvey hundrað ára dagin hjá bygdini.

Veðrið var av tí allar fagrasta, og fólkið streymaði til bygdar. Av Syðradali verður sagt, at tey rokna við, at føðingardagsgestirnir vóru omanfyri túsund. Sam sigldi allan dagin millum Klaksvík og Syðradal, og tað var ein støðugur streymur av størri og smærri bátum um fjørðin.

 

Tað eru trettan hús á Syðradali. Allar dyr vóru víðopnar, og gestirnir gingu inn og út, og øll bjóðaðu kaffi, te og køkur. Kommunan bjóðaði morgunmat og seinnapartin suppu, gestir og bygdafólk vitjaðu framsýningar, lurtaðu eftir 17 sangarum og luttóku í skipaðum túrum í bygdini og uttangarðs og væl eydnaðu kvøldsetuni.

 

Tað verður hildið fram við hátíðarhaldinum nú fyrrapartin, tá ið tað verður útiguðstænasta. Marjun Lómaklett prestur prædikar, og kórið í Christianskirkjuni syngur.

Av Syðradali verður sagt, at veðrið er gott. Tað er turt og eitt lítið lot, og líkindini eru góð at hava guðstænastuna, sum verður niðanfyri skúlan – á plássinum sum sæst á myndini, ið Ísak Mikladal tók ígjár.