Fleiri føroyingar hava skrubb

Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung, boðaði herfyri frá, at skrubb er staðfest ymsastaðni í Føroyum.

- Tað er staðfest skrubb ymsastaðni í Føroyum, og í faldara kanst tú lesa meira um, hvat skrubb er, og hvussu tað kann viðgerast.

 

Soleiðis siga tey í Gigni.

 

Í faldaranum, sum víst verður til, stendur, at orsøkin til, at børn, ungfólk ella vaksin fáa skrubb er, at fólk hava fingið eina skrubbmottu á húðina.

 

- Mottan borar seg niður í húðina, har hon síðan kann verpa ella víggja egg, sum tikið verður til. 

 

Men, hvussu gerast fólk so varug við, at tey hava fingið skrubb?

 

- Skrubb skriðar sera illa, serstakliga um náttina. Orsøkin til, at skrubb skriðar mest um náttina, er, at hitin undir dýnuni ger mottuna virkna.

 

Sagt verður, at tað ganga einar 2-3 vikur frá tí, at fólk eru smittað, til skriðin byrjar, og tað er í hesum tíðarskeiði, at smittan kann berast yvir á onnur.

 

Hvussu verður smittan so borin?

 

- Skrubb smittar við tøttum sambandi, og heilt einfalt flytir mottan seg frá einum persóni til annan.

 

Sagt verður, at mottan kann liva upp til 72 tímar uttan fyri mannakroppin – í klæðum, seingjarklæðum, pútum og handklæðum.

 

- 8-12 tímar eftir eina viðgerð smittar persónurin ikki longur, verður sagt í faldaranum um skrubb, sum nú er staðfest ymsastaðni í Føroyum.