Fleiri favorittar snávaðu

Úrslitini í 1. deild bera við sær, at tað nú bara er VB/Sumba, sum hevur fulla úrtøku

Fótbóltur

 

Hesa ferð vóru fleiri av úrslitunum í næstbestu fótbóltsdeildini óvæntað. Fáur mundi rokna við, at KÍ skuldi vinna í Gundadali og at B68 skuldi vinna í Runavík, og uppaftur færri mundu rokna við, at oddaliðið TB einki skuldi fáa burturúr í Leirvík.

Úrslitini í dag bera við sær, at VB/Sumba nú er einasta liðið, sum hevur fulla úrtøku. VB/Sumba er oddalið saman við TB, sum hevur spælt ein dyst fleiri enn VB/Sumba. Suðuroyarfeløgini hittast á Sevmýri mikukvøldið, tá ið tað er fult umfar í næstbestu deildini. Umframt TB-VB/Sumba sær skráin soleiðis út: AB-NSÍ, 07 Vestur-Víkingur, B68-HB og EB/Streymur-KÍ.

Úrslitini bera eisini við sær, at NSÍ eigur einasta liðið í 1. deild, sum ikki hevur vunnið, og sum ikki hevur fingið stig. Hesa ferð tapti NSÍ Kristi himmalferðardag 5-0 í Gundadali ímóti HB, og so tapti NSÍ heimadystin ímóti B68 4-1, eftir at NSÍ í 1. hálvleiki hevði verið á odda.

Merkisvert í uppgerðini millum NSÍ og B68 var tað, at gamla B68 verjukempan Edmund Jacobsen (46 ár) var við alla tíðina, og at Aksel Højgaard (49 ár), sum skifti seg sjálvan inn síðstu løtuna. Tá spældi hann saman við yngra soninum Artur Højgaard (18 ár). Eldri sonur hansara, Jóhan Dávur Højgaard, var í B68 miðverjuni á Formula liðnum, sum sunnudagin spældi ímóti KÍ.

Mest áhugaverdu uppgerðirnar hesa ferð vóru suðuroyarliðini partar av. Í Leirvík tapti TB 1-0 ímóti Víkingi. TB spældi nógv við longum sendingum, og Víkingur dúvaði upp á snarálop. Eitt stórt korter eftir steðgin skoraði heimaliðið sigursmálið. Uppspælið til málið var fínt, og tá ið bólturin varð lagdur innfyri av baklinjuni í vinstru, taklaði Finnur Justinussen hann í netið við handara stólpan. Merkisvert var tað, at hóast talan var um nógvar tættar støður, so hevði dómarin bara eina ferð gula kortið á lofti.

Hóast VB/Sumba hevði lotið ímóti í 1. hálvleiki, so eydnaðist tað heimaliðnum at leggja seg framum ímóti AB, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Málskjútti var Jón Krosslá Poulsen.

Í 1. hálvleiki hevði AB fleiri hornaspørk, uttan at tað eydnaðist at fáa nakað burturúr, og í 2. hálvleiki eydnaðist tað VB/Sumba at halda tørn um leiðsluna. Hetta var onnur ferðin, at AB spældi á útivølli ímóti einum av hinum liðunum, sum hava møguleika at flyta upp, og hetta var onnur ferðin, at AB einki fekk burturúr á útivølli.